Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu heldur tú framtíðin verður?

Hvussu heldur tú framtíðin verður?

Fara umstøðurnar í heiminum ...

  • at vera óbroyttar?

  • at versna?

  • at batna?

BÍBLIAN SIGUR

„Gud ... skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:3, 4, umseting eftir Victor Danielsen.

HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?

Tú fært eitt innihaldsríkt arbeiði, ið ger teg nøgdan. — Esaias 65:21-23.

Tú fært eitt lív uttan sjúku og líðingar. — Esaias 25:8; 33:24.

Tú fært eitt lukkuligt lív saman við familju og vinum um allar ævir. — Sálmur 37:11, 29.

KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?

Ja, í minsta lagi av tveimum orsøkum:

  • Gud er førur fyri at halda sítt lyfti. Í Bíbliuni verður bert Jehova Gud nevndur hin „Alvaldi“, tí hann hevur markleyst vald. (Opinberingin 15:3) Hann er tí førur fyri at broyta heimin, so har verður gott at liva, júst sum hann hevur lovað. Bíblian sigur: „Gudi er alt møguligt.“ — Matteus 19:26.

  • Gud ynskir inniliga at halda sítt lyfti. Til dømis ’leingist’ Jehova eftir at geva teimum deyðu lívið aftur. — Job 14:14, 15.

Bíblian sigur eisini frá, at Guds sonur, Jesus, grøddi tey sjúku. Hví gjørdi hann tað? Tí hann vildi. (Markus 1:40, 41) Jesus vildi, eins og Faðir sín, fegin hjálpa teimum, sum vóru í neyð. — Jóhannes 5:19.

Hetta vissar okkum um, at bæði Jehova og Jesus vilja hjálpa okkum at fáa eina lukkuliga framtíð. — Sálmur 72:12-14; 145:16; 2 Pætur 3:9.

HUGSA UM HETTA

Hvussu fer Gud at betra umstøðurnar í heiminum?

Bíblian svarar hesum spurninginum í MATTEUS 6:9, 10 og í DÁNIEL 2:44.