Hvussu er ofrið hjá Jesusi eitt „loysigjald fyri mong“?
Bíblian svarar
Jesus segði, at hann kom niður á jørðina fyri at „geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong“. (Matteus 20:28) Og Bíblian vísir týðiliga, at blóðið hjá Jesusi kann keypa menniskju leys. (Efesusbrævið 1:7; 1. Pætursbræv 1:18, 19) Gud brúkar altso ofrið, sum Jesus gav, til at bjarga mannaættini frá synd og deyða.
Hví var eitt „loysigjald fyri mong“ neyðugt?
Tann fyrsti maðurin, Ádam, varð skaptur fullkomin og uttan synd. Hann hevði møguleika fyri at liva í allar ævir. Men tann møguleikan misti hann, tá ið hann valdi at lata vera við at akta Gud. (1. Mósebók 3:17-19) Tá ið hann fekk børn, arvaðu tey øll syndina frá honum. (Rómbrævið 5:12) Bíblian sigur, at Ádam ’seldi’ seg sjálvan og børn síni til trældóm undir syndini og deyðanum. (Rómbrævið 7:14) Nú vóru tey ikki longur fullkomin, og tí kundi eingin av teimum keypa tað aftur, sum Ádam hevði mist. – Sálmur 49:8, 9.
Gud tók synd í eftirkomarunum hjá Ádami, sum vóru í hesi vónleysu støðu. (Jóhannes 3:16) Men av tí at Gud hevur rættvísar normar, kann hann ikki bara látast sum einki og fyrigeva uttan tað neyðuga grundarlagið. (Sálmur 89:15; Rómbrævið 3:23-26) Gud elskar menniskjuni, og tí syrgdi hann fyri, at tað løgfrøðiliga sæð bar til at fyrigeva syndir og enntá beina fyri synd. (Rómbrævið 5:6-8) Loysigjaldið er tað løgfrøðiliga grundarlagið.
Hvussu virkar loysigjaldið?
Sambært Bíbliuni virkar eitt loysigjald upp á tríggjar mátar:
Tað er eitt gjald. – 4. Mósebók 3:46, 47.
Tað kann bjarga fólki, ella keypa tey leys. – 2. Mósebók 21:30.
Tað hevur sama virði sum tað, ið er mist. a
Hvussu samsvarar hetta við tað ofrið, sum Jesus gav?
Gjald. Bíblian sigur, at tey kristnu í fyrstu øld vóru „dýrt keypt“. (1. Korintbræv 6:20; 7:23) Gjaldið er blóðið hjá Jesusi, sum hann brúkti, tá ið hann ’keypti Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum’. – Opinberingin 5:8, 9.
Bjarging. Ofrið, sum Jesus læt, bjargar okkum frá synd. – 1. Korintbræv 1:30; Kolossebrævið 1:14; Hebrearabrævið 9:15.
Sama virði. Tað ofrið, sum Jesus læt, hevði akkurát sama virði sum tað, Ádam misti – eitt fullkomið mannalív. (1. Korintbræv 15:21, 22, 45, 46) Bíblian sigur: „Eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans [Ádams], so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina [Jesusar].“ (Rómbrævið 5:19) Tað forklárar, hvussu eitt mannalív kundi gjalda fyri nógvar syndarar. Ja, ofrið hjá Jesusi er eitt loysigjald fyri øll, sum vilja gera tað, ið skal til fyri at fáa gagn av tí. – 1. Timoteusarbræv 2:5, 6.
a Tey orðini, sum í upprunatekstinum til Bíbliuna verða umsett til „loysigjald“, sipa til, at okkurt verður goldið, antin við eini upphædd ella við onkrum øðrum, sum hevur virði. Til dømis merkir hebraiska sagnorðið kafar heilt grundleggjandi at „dekka“ nakað. Tað verður vanliga brúkt í sambandi við at dekka yvir synd. (Sálmur 65:4) Nærskylda navnorðið kofer sipar til upphæddina, ið verður goldin fyri at leyskeypa onkran ella okkurt. (2. Mósebók 21:30) Tað merkir nakað tað sama sum grikska orðið lytron, ið vanliga verður umsett til „loysigjald“. (Matteus 20:28) Grikskir rithøvundar brúktu orðið um ta upphæddina, sum varð goldin fyri at keypa ein krígsfanga ella ein træl leysan.