Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Ganga saman – 1. partur: Eri eg klárur at ganga saman við einum?

Ganga saman – 1. partur: Eri eg klárur at ganga saman við einum?

 Hvat vil tað siga at ganga saman?

 Nøkur halda, at tað at ganga saman bara er nakað, mann ger til stuttleikar. Men í hesi greinini vísir tað til tíðarskeiðið, tá ið tvey royna at læra hvønn annan at kenna og finna út av, um tey vilja giftast við hvørjum øðrum ella ikki. Tá ið tvey ganga saman hevur tað altso eitt endamál. Tað er ikki bara nakað, mann ger, fyri at fáa uppmerksemi frá hinum kyninum.

 Við tíðini skal tað at ganga saman við einum antin enda við, at mann verður giftur við viðkomandi, ella at mann ger tað liðugt. So tú mást vera klárur upp á bæði, viss tú byrjar at ganga saman við einum.

 Niðurstøðan: Viss tú følir teg kláran at ganga saman við einum, mást tú eisini vera klárur at gifta teg.

At byrja at ganga saman við einum uttan at vilja gifta seg er sum at fara til eina starvssamrøðu uttan at vilja hava starvið

 Ert tú klárur at ganga saman við einum?

 Tá ið tvey ganga saman kann tað føra til hjúnaband, og tí er tað skilagott at umhugsa, hvørjar eginleikar tú hevur at bjóða inn við. Hugsa til dømis um hetta:

  •   Hvussu ert tú, tá ið tú ert saman við familjuni? Hvussu ert tú yvir fyri foreldrum og systkjum, kanska serliga tá ið tú ert undir trýsti? Soleiðis fert tú helst eisini at vera yvir fyri einum komandi hjúnafelaga.

     Meginregla í Bíbliuni: „Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!“ – Efesusbrævið 4:31.

     Spyr teg sjálvan: Halda foreldrini og systkini hjá mær, at eg vísi teimum virðing? Verði eg lætt illur og øsi meg upp, tá ið vit eru ósamd um okkurt, ella dugi eg at tosa friðarliga um tað?

    Viss tú ikki dugir at takkla ósemjur saman við foreldrunum, hvussu fert tú so at klára tað saman við hjúnafelaganum?

  •   Hugsar tú meira um onnur enn um teg sjálvan? Tá ið mann er giftur, er tað viktigt at hugsa um, hvat hjúnafelagin hevur hug til, og vera villigur at laga seg eftir tí.

     Meginregla í Bíbliuni: „Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!“ – 1. Korintbræv 10:24.

     Spyr teg sjálvan: Vil eg altíð hava mín vilja? Halda onnur, at eg eri rímiligur? Hvat havi eg gjørt, sum vísir, at eg hugsi meira um onnur enn um meg sjálvan?

  •   Ert tú eyðmjúkur? Ein góður hjúnafelagi dugir at viðganga síni mistøk og at siga orsaka.

     Meginregla í Bíbliuni: „Vit gera øll somul mistøk.“ – Jákupsbrævið 3:2, Nýggi Sáttmálin.

     Spyr teg sjálvan: Havi eg lætt við at viðganga míni mistøk, ella royni eg at forsvara meg? Toli eg, at onnur geva mær konstruktivan kritikk, ella blívi eg fornermaður?

  •   Dugir tú við pengum? Nógv, sum eru gift, skeldast um pengar. Viss tú hevur lært teg at brúka pengar við skili, er tað minni sannlíkt, at tit fara at skeldast um tað.

     Meginregla í Bíbliuni: „Hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!“ – Lukas 14:28.

     Spyr teg sjálvan: Havi eg skil á mínum útreiðslum, ella noyðist eg ofta at lána pengar frá øðrum? Eri eg fornuftigur, tá ið tað kemur til pengar?

  •   Hevur tú góðar andaligar vanar? Viss tú ert eitt Jehova vitni, lesur tú so regluliga í Bíbliuni og gongur fast á møti?

     Meginregla í Bíbliuni: „Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ – Lukas 11:28.

     Spyr teg sjálvan: Geri eg nakað fyri at blíva við at hava eina sterka trúgv? Raðfesti eg mínar andaligu vanar fremst, ella lati eg meg ofta órógva?

 Niðurstøðan: Tann, sum tú giftir teg við, hevur uppiborið at fáa ein góðan hjúnafelaga. Viss tú hugsar mest um, hvat tú kanst geva í einum hjúnabandi, er tað meira sannlíkt, at tú finnur ein, ið hugsar sum tú.