Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Missi eg lætt mótið?

Missi eg lætt mótið?

 Hvussu væl klárar tú mótgang? Hevur tú upplivað ...

  •   at missa ein, tú ert góður við?

  •   at vera sjúkur í langa tíð?

  •   eina náttúruvanlukku?

 Hetta eru stórar avbjóðingar, men serfrøðingar siga, at sjálvt smáir gerandistrupulleikar kunnu ávirka tína heilsu. Tí er tað umráðandi, at tú lærir teg at klára avbjóðingar – stórar sum smáar.

 Hvat merkir tað at klára mótgang?

 Tað merkir, at tú dugir at loysa trupulleikar upp á ein góðan máta. Tú verður sjálvandi ávirkaður av mótgangi, men tú kemur víðari og verður sterkari.

Líkasum eitt pálmatræ boyggir seg í vindinum og reisir seg aftur, tá ið vindurin hevur lagt seg, kanst tú eisini reisa teg aftur, tá ið tú hevur upplivað mótgang

 Hví skalt tú læra teg at klára mótgang?

  •   Tí øll fáa trupulleikar. Bíblian sigur: „Tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, ... ella hinir klóku verða væl umhildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar [ella: tí tíð og tilvild ávirkar teir allar].“ (Prædikarin 9:11) Hvat merkir hetta? At góð menniskju eisini fáa trupulleikar, sjálvt um tey einki skeivt hava gjørt.

  •   Tí tað verjir teg. Ein lestrarvegleiðari fortelur: „Ongantíð áður eru so nógvir næmingar komnir til mín, sum hava verið ólukkuligir, tí teir hava fingið ein vánaligan karakter, ella tí okkurt keðiligt er skrivað um teir á sosialu miðlunum.“ Hann sigur eisini, at um fólk tola so lítið av, kunnu tey „lætt blíva sálarliga ella kensluliga sjúk“. a

  •   Tí tað hjálpir tær bæði nú og í framtíðini. Richard Lerner, sálarfrøðingur, sigur um tað at uppliva mótgang: „Skal tað eydnast tær at fáa eitt gott lív sum vaksin, mást tú góðtaka vónbrot, seta tær nýggj mál ella royna at finna eina aðra loysn, tá ið tað ikki gongur, sum tú ætlaði.“ b

 Hvussu klárar tú mótgang?

  •   Set trupulleikan í perspektiv. Finn út av, um trupulleikin veruliga er ein trupulleiki. Bíblian sigur: „Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.“ (Orðtøkini 29:11) Um tað, sum er hent, ikki hevur nakað upp á seg, skalt tú bara lata tað fara.

     „Í skúlanum vóru nøkur, sum østu seg upp um nakað, sum einki hevði upp á seg. Og tá ið vinir á sosialu miðlunum hildu við teimum, blivu tey enn meira negativ og dugdu ikki at síggja trupulleikan í tí rætta perspektivinum.“ – Joanne.

  •   Lær av øðrum. Eitt orðatak í Bíbliuni ljóðar soleiðis: „Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.“ (Orðtøkini 27:17) Tú kanst læra nógv av teimum, sum hava klárað mótgang.

     „Tá ið tú tosar við onnur, finnur tú út av, at tey hava upplivað nógvan mótgang, men at tey eru ókey nú. Spyr tey, hvat tey gjørdu ella ikki gjørdu fyri at klára støðuna.“ – Julia.

  •   Ver tolin. Bíblian sigur: „Sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur.“ (Orðtøkini 24:16) Tú skalt ikki blíva bilsin, um tú av og á ert keddur – tað tekur tíð at góðtaka, at støðan ikki er, sum tú hevði ynskt hana. Tað, sum hevur týdning, er, at tú ’kemur á føtur aftur’.

     „Tá ið mann hevur upplivað mótgang, tekur tað tíð at koma fyri seg. Mann má arbeiða við sínum tonkum og kenslum. Eg havi funnið út av, at eg fái tað betri, sum tíðin gongur.“ – Andrea.

  •   Ver takksamur. Bíblian sigur: „Verðið takksom!“ (Kolossebrævið 3:15) Líkamikið hvussu trupul tín støða er, kanst tú altíð vera takksamur fyri okkurt. Royn at hugsa um trý ting, sum tú ert glaður fyri.

     „Tá ið tú upplivir mótgang, hugsar tú kanska: ’Hví eg?’ Men tað nyttar einki at blíva við at hugsa um sínar trupulleikar. Nei, tú mást velja at vera positivur og takksamur fyri tað, tú hevur, ella tað, tú kanst gera.“ – Samantha.

  •   Ver nøgdur. Paulus ápostul segði: „Eg havi lært at vera nøgdur við tað, sum eg havi.“ (Filippibrævið 4:11, Dahl/Viderø) Paulus var fyri mótgangi, sum hann einki fekk gjørt við. Men hann kundi velja, hvønn hugburð hann vildi hava. Hann setti sær fyri at vera nøgdur.

     „Eitt, sum eg havi lært um meg sjálvan, er, at tað fyrsta, eg havi hug at siga ella gera, ikki altíð er tað besta. Eg havi sett mær fyri at vera positivur líkamikið hvat hendir, og tað er ikki bara gott fyri meg sjálvan, men eisini fyri tey, sum eru rundan um meg.“ – Matthew.

  •   Bið til Gud. Bíblian sigur: „Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.“ (Sálmur 55:23) At biðja til Gud er ikki bara nakað, sum gevur tær eina góða kenslu, nei, tú tosar faktiskt við tín skapara, sum ’hevur umsorgan fyri tær’. – 1. Pætursbræv 5:7.

     „Eg eri ikki einsamallur við mínum trupulleikum, tí eg tosi við Gud um teir. Eg sigi honum akkurát, hvussu eg havi tað. Og eg takki honum eisini fyri alt tað góða, hann hevur givið mær. Tá ið eg geri tað, fái eg tað betri. Bøn er ein stór hjálp hjá mær.“ – Carlos.

a Úr bókini Disconnected eftir Thomas Kersting.

b Úr bókini The Good Teen – Rescuing Adolescence From the Myths of the Storm and Stress Years.