Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein bók við profetium

Ein bók við profetium

Ein bók við profetium

Fólk hava áhuga fyri framtíðini. Tey leita sær álítandi forsagnir um alt, frá veðurvánum til fíggjarvánir. Men taka tey so forsagnirnar til eftirtektar, verða tey ofta vónsvikin. Í Bíbliuni eru nógvar forsagnir ella profetiir. Hvussu neyvar eru tær? Er talan um søgu, sum varð skrivað frammanundan? Ella varð tað skrivað aftaná og skal látast at vera profetiir?

RÓMVERSKI státsmaðurin Cato (234-149 f.o.t.) skal hava sagt: „Eg undrist á, at ein spámaður ikki froysir útúr at flenna, tá hann sær ein annan spámann.“1 Eisini nú á døgum hava fólk hug at ivast um spámenn, astrologar og onnur, ið fáast við spádóm. Ofta eru forsagnir teirra so veikt orðaðar, at tær kunnu tulkast fleiri vegir.

Hvussu er vorðið við profetiunum í Bíbliuni? Eru tær ivasamar? Ella eru tær álítandi?

Ikki bert skilaætl

Køn fólk kanna kanska rákið fyri at fáa nakað at vita um framtíðina, men tey fáa ongantíð rætt í øllum sínum metingum. Í bókini Future Shock (Framtíðarskelkur) stendur: „Eitt og hvørt samfelag hevur ikki bara fleiri fylgjandi sannlíkar framtíðir fyri sær, men eina heila røð av møguligum framtíðum — og eitt stríð um hvørjar framtíðir, ið eru eftirynskjandi.“ Rithøvundurin leggur aftrat: „Sjálvandi ’kennir’ eingin framtíðina til fulnar. Vit kunnu bert flokka og dýpa okkara metingar og royna at ávísa, hvørji líkindini eru.“2

Men bíbliuhøvundarnir ávístu ikki bara, hvørji „líkindini“ vóru fyri framtíðini. Og teirra forsagnir eru heldur ikki so ógreiðar, at tær kunnu skúgvast til viks, tí tulkingin kann vera so ymisk. Tvørturímóti vóru nógvar profetiir sera týðiligar og óvanliga tilskilaðar. Ofta gingu tær beint ímóti tí, sum annars var at vænta. Tak til dømis tað, Bíblian segði um fornaldarbýin Bábylon.

Hann skuldi ’sópast burt við oyðingarkusti’

Fortíðar Bábylon gjørdist „gimsteinur ríkjanna“. (Esaias 13:19, The New American Bible) Hesin virkni stórbýur lá væl fyri á handilsleiðini úr Persaraflógvanum til Miðjarðarhavið. Hann var tí miðdepil í handlinum millum Eystur og Vestur bæði á landi og sjógvi.

Í 7. øld f.o.t. var Bábylon tann, at síggja til, ósigrandi høvuðsstaðurin í bábylonska heimsveldinum. Býurin strakti seg báðumegin Eufratánni, og áarstreymarnir gingu í eina djúpa og breiða borgargryvju og eitt net av veitum. Umframt hetta varð býurin vardur av veldigum dupultmúrum við nógvum verjutornum. Eingin kann undrast á, at íbúgvarnir kendu seg tryggar.

Men longu í 8. øld f.o.t., áðrenn Bábylon hevði fingið hægsta vald sítt, boðaði Esaias profetur frá, at Bábylon skuldi ’sópast burt við oyðingarkusti’. (Esaias 13:19, 14:22, 23) Esaias segði eisini nágreiniliga, hvussu Bábylon skuldi falla. Álopsherurin skuldi lata ánna, ið rann sum borgargryvja um býin, ’torna upp’, so býurin lá verjuleysur. Esaias segði eisini navnið á sigursharranum, nevniliga Kýrus, ein veldigur persiskur kongur, og ’honum skuldu dyr latast upp, so eingi portur skuldu vera stongd’. — Esaias 44:27-45:2.

Hetta vóru djarvar forsagnir. Gingu tær út? Søgan gevur svarið.

„Uttan bardaga“

Náttina hin 5./6. oktober, ár 539 f.o.t., tvey hundrað ár eftir at Esaias skrivaði profeti sína, lógu herlið úr Medo-Persia, við Kýrusi Stóra á odda, í tjøldum beint uttan fyri Bábylon. Men bábelsmenn høvdu ongan ótta á sær. Sambært grikska søgumanninum, Herodot (úr 5. øld f.o.t.), høvdu teir mat niðurfyri til fleiri ár.3 Teir høvdu eisini Eufratánna og veldigu múrar Bábylons at verja seg. Men sambært Nabonids krøniku var tað júst í somu nátt, at „herlið Kýrusar gingu inn í Bábylon uttan bardaga“.4 Hvussu bar tað til?

Herodot greiðir frá, at fólkini í býnum „dansaðu og stuttleikaðu sær í veitsluhaldi“.5 Men uttanfyri hevði Kýrus leitt vatnið burtur úr Eufratánni. Tá vatnstøðan minkaði, vassaði herur hansara eftir áarleguni í vatni upp um kníggja. Teir gingu fram við teimum himmalhøgu múrunum og komu gjøgnum tað, sum Herodot nevnir „portrini út móti ánni“, portur, sum í ósketni stóðu opin.6 (Samanber Dániel 5:1-4; Jeremias 50:24; 51:31, 32.) Aðrir søgumenn, teirra millum Xenofon (umleið 431 til umleið 352 f.o.t.), eins og talvur við kílaskrift, sum fornfrøðingar hava funnið, staðfesta hetta brádliga fall Bábylons fyri hond Kýrusar.7

Soleiðis gekk Esaiasar profeti um Bábylon út. Ella gjørdi hon? Var hetta kanska eingin profeti, men skrivað eftir at hendingin fór fram? Ja, sami spurningur kundi verið settur um aðrar profetiir í Bíbliuni.

Søga sum skal eitast at vera profeti?

Um profetarnir í Bíbliuni — eitt nú Esaias — bert umskrivaðu søguna, so hon líktist einari profeti, vóru teir einki annað enn dugnaligir falsarar. Men hví skuldu teir framt slíkt svik? Sannir profetar góvu gjarna til kennar, at teir ikki tóku við mutri. (1 Sámuel 12:3; Dániel 5:17) Og vit hava longu sæð fleiri sterkar vitnisburðir um, at bíbliuhøvundarnir (teirra millum nógvir profetar) vóru álítandi menn, sum vóru til reiðar eisini at siga frá sínum egnu pínligu mistøkum. Tað tykist ikki sannlíkt, at slíkir menn høvdu hug at fremja grovt svik við at skriva søgu, sum skuldi eitast at vera profeti.

Eitt annað er eisini vert at hava í huga. Í nógvum bíbliuprofetium eru hvassorðaðar fordømingar av fólkinum, sum profeturin sjálvur var av, eisini fólksins prestum og stjórnarharrum. Til dømis fordømdi Esaias ta syndarligu siðastøðuna, sum ráddi í Ísrael á hansara døgum, bæði millum fólk og leiðarar. (Esaias 1:2-10) Aðrir profetar avdúkaðu við sterkum orðum syndir prestanna. (Zefanias 3:4; Malakias 2:1-9) Ilt er at hugsa sær, hví teir skuldu falsa profetiir við teimum hvassastu atfinningunum, ið hugsast kunnu, ímóti sínum egna fólki, og hví prestarnir skuldu tikið undir við tí.

Og hvussu skuldu profetarnir — um teir bara vóru falsarar — sloppið væl frá slíkum sviki? Í Ísrael stuðlaðu tey lestrar- og skrivikunnleikanum. Børnini lærdu á heilt ungum árum at lesa og skriva. (5 Mósebók 6:6-9) Øllum varð eggjað til sjálvi at lesa Skriftirnar. (Sálmur 1:2, Ny Verden-Oversættelsen) Í synagogunum høvdu tey hvønn sabbat almennan upplestur úr Skriftunum. (Ápostlasøgan 15:21) Tað er illa hugsandi, at ein heil tjóð, sum dugdi at lesa og skriva, og sum var køn í Skriftunum, skuldi lata seg lumpa av slíkum sviki.

Okkurt annað er eisini at siga um Esaiasar profeti um fall Bábylons. Uppi í henni er nevniliga nakað, sum als ikki kann vera skrivað eftir uppfyllingina.

„Mann eftir mann skal eingin búgva har“

Hvussu skuldi gangast Bábylon eftir fallið? Esaias profeteraði: „Tað skal aldri í ævir reisast aftur, og mann eftir mann skal eingin búgva har; eingin Arabari skal reisa tjald sítt har, eingin hirði skal lata fylgi sítt hvíla har.“ (Esaias 13:20) Henda profetiin um at ein býur, ið lá so væl fyri, skuldi verða oyðin í allar ævir, man ikki hava ljóðað sørt løgin. Vórðu Esaiasar orð kanska skrivað, eftir at hann hevði sæð Bábylon oyðið?

Fleiri øldir eftir at Kýrus hevði hertikið Bábylon, búði fólk framvegis í býnum, hóast tey vóru færri í tali. Vit mugu minnast til, at øll Esaiasar bók, sum er tíðarfest til 2. øld f.o.t., var í Deyðahavsrullunum. Um ta tíðina, tá henda skriftrullan varð skrivað, tóku partharar ræðið í Bábylon. Í 1. øld e.o.t. var ein jødisk búseting í Bábylon, sum bíbliuhøvundurin, Pætur, vitjaði. (1 Pætur 5:13) Tá hevði Esaiasrullan frá Deyðahavinum verið til í úti við tvær øldir. Í 1. øld e.o.t. var Bábylon altso framvegis ikki oyðið, men Esaiasar bók var langt síðani liðug. *

Sum fráboðað varð Bábylon at enda ber ’grótrúgva’. (Jeremias 51:37) Sambært Hieronymusi (4. øld e.o.t.), sum var kønur í hebraiskum, var Bábylon á hansara døgum eitt veiðiøki, har „alskyns villinidýr“ flakkaðu um.9 Og enn, fram at hesum degi, liggur Bábylon oyðið.

Esaias livdi undir ongum umstøðum so leingi, at hann sá Bábylon oyðið. Men leivdirnar av hesum einaferð so máttmikla býi umleið 80 kilometrar sunnanfyri Baghdad í Irak, er ein tigandi vitnisburður um, at hansara orð gingu út: „Mann eftir mann skal eingin búgva har.“ Tað kann væl vera, at Bábylon verður sett í stand fyri at draga ferðafólk til, men „børn og barnabørn“ Bábylons eru burtur med alla. — Esaias 13:20; 14:22, 23.

Esaias profetur kom sostatt ikki fram við ógreiðum profetium, sum kundu hóska til allar møguligar framtíðar tilburðir. Hann umskrivaði heldur ikki søguna fyri at geva henni profetiskan dám. Hví skuldi ein falsari vágað at „profetera“ nakað, sum hann als onga ávirkan hevði á — eitt nú at hitt veldiga Bábylon ongantíð skuldi byggjast aftur?

Henda profetiin um fall Bábylons er bara eitt dømi úr Bíbliuni. * Nógv halda uppfyllingina av profetiunum í Bíbliuni vera eina ábending um, at hon hevur sín uppruna í onkrum, sum er hægri enn menniskjað. Kanska tekur tú undir við okkum í, at henda profetiska bókin, ið hvussu er, er verd at kanna. Eitt er vist: Stórur munur er á teimum ókláru ella ansvekjandi forsagnunum, nútíðar spámenn koma við, og teimum greiðu, sakligu og eyðkendu profetiunum, vit finna í Bíbliuni.

[Undirgreinar]

^ par. 24 Álítandi vitnisburðir vísa, at bøkurnar í Hebraisku Skriftunum, teirra millum Esaiasar bók, vórðu skrivaðar langt áðrenn 1. øld e.o.t. Sambært søgumanninum Josefus úr 1. øld e.o.t. er líkt til at halgibøkurnar í Hebraisku Skriftunum vórðu skipaðar nógv fyri hansara tíð.8 Hartil kemur, at menn í 3. øld f.o.t. vóru farnir undir ta griksku Septuaginta, eina umseting av Hebraisku Skriftunum til grikskt, og hon var liðug í 2. øld. f.o.t.

^ par. 28 Profetiir í Bíbliuni og søguligar sannroyndir, sum prógva at tær gingu út, fáa gjøllari viðgerð á síðu 117-133 í bókini Bibelen — Guds ord eller menneskers?, sum Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. hevur givið út.

[Mynd á síðu 28]

Vóru bíbliuhøvundarnir sannførir profetar ella dugnaligir falsarar?

[Mynd á síðu 29]

Leivdirnar eftir fortíðar Bábylon