Ein hent og nýtilig bók nú á døgum
Ein hent og nýtilig bók nú á døgum
Bøkur við góðum ráðum eru væl dámdar nú á døgum. Men tær verða skjótt avoldaðar og mugu endurskoðast ella skiftast út. Hvussu við Bíbliuni? Hon varð skrivað fyri næstan 2000 árum síðani. Kortini er upprunaboðskapurin í henni ongantíð endurskoðaður ella dagførdur. Kann ein slík bók yvirhøvur hava hent ráð at geva nútíðini?
NEI, siga summi. „Eingin hevði í nútíðarundirvísingini mælt nøkrum til at brúkt eina lærubók í evnafrøði frá 1924,“ segði dr. Eli S. Chesen, tá hann skuldi greiða frá, hví Bíblian eftir hansara tykki var avoldað.1 Hann tykist hava grein í sínum máli. Vit hava hóast alt lært nógv um sálarliga heilsustøðu og menniskjaligan atburð, síðan Bíblian varð skrivað. Hvussu kann ein so gomul bók hava nakað at siga okkum nú á døgum?
Meginreglur við ævigum gildi
Tíðin er broytt, tað skerst ikki burtur, men grundleggjandi tørvur menniskjans er framvegis hin sami. Fólki hevur altíð tørvað kærleika. Tey hava altíð ynskt sær lukku og eitt týdningarmikið lív. Tey hava havt tørv á ráðum í samband við at klára fíggjartrýstið, fáa lukku í hjúnabandinum og geva børnum sínum góð moralsk og etisk virði. Bíblian gevur ráð um henda grundleggjandi tørvin. — Prædikarin 3:12, 13; Rómbrævið 12:10; Kolossebrævið 3:18-21; 1 Timoteus 6:6-10.
Ráðini í Bíbliuni sýna neyvt innlit í náttúru menniskjans. Vit skulu síggja nøkur fá dømi um hennara sermerktu, altíð galdandi meginreglur, sum bæði eru hentar og nýtiligar nú á døgum.
Hent ráð um hjúnabandið
Sambært tíðarritinum UN Chronicle er familjan „elsta og mest grundleggjandi eindin í øllum mannasamfelagnum; hon er týdningarmesta bandið ímillum ættarliðini“. Men „týdningarmesta bandið“, sum tikið verður til, stendur at bresta. Blaðið heldur fram: „Í heiminum nú á døgum standa nógvar familjur við so ógvisligum avbjóðingum, at tær illa kunnu virka, ja, illa kunnu yvirliva.“2 Hvørji ráð í Bíbliuni kunnu hjálpa familjuni undan øllum hesum?
Fyri tað fyrsta hevur Bíblian nógv at siga um, hvussu maður og kona skulu fara við hvør øðrum. Við giftar menn sigur hon til dømis: „Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan. Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí.“ (Efesusbrævið 5:28, 29) Konuni verður rátt til at vísa manninum „djúpa virðing“. — Efesusbrævið 5:33, Ny Verden-Oversættelsen.
Hvat hevur tað við sær at fylgja hesum ráðunum úr Bíbliuni? Ein maður, ið elskar konu sína ’sum sítt egna likam’, er ikki hatskur ella grovur við hana. Hann slær hana ikki og fer ikki illa við henni, hvørki kensluliga ella í orðum. Nei, hann sýnir henni somu æru og sama umhugsni, sum hann sýnir sær sjálvum. (1 Pætur 3:7) Soleiðis er hann børnum sínum ein góð fyrimynd og vísir teimum, hvussu kvinnur skulu viðfarast. Konan kennir seg elskaða og trygga í hjúnabandinum. Hin vegin tekur ein kona, sum hevur „djúpa virðing“ fyri manni sínum, ikki manslætið frá honum við í heilum at finnast at og tosa vanvirðisliga um hann. Tá hon vísir honum virðing, veit hann, at hon lítur á hann, viðurkennir hann og er góð við hann.
Eru hesi ráðini til nakra nyttu í hesum nútímans heimi? Vert er at leggja til merkis, at tey, sum nú á døgum hava fingið sær serkunnleika um familjuviðurskifti, eru komin fram á nakað tað sama. Leiðarin í eini familjuráðgevingarætlan segði: „Í teimum familjunum, sum roynast frægast, av teimum eg kenni, hava pápin og mamman eitt sterkt og gott sínámillum samband. . . . Hetta støðuga sambandið tykist gera børnini trygg.“3
Í øll árini hevur bíbilska vegleiðingin um hjúnabandið roynst nógv betur enn tey ivaleyst væl meintu ráðini, nógvir familjuráðgevar eru komnir við. Inntil fyri stuttum søgdu nógvir serfrøðingar til dømis, at hjúnaskilnaður var skjótasta og lættasta loysnin í einum ófjálgum hjúnabandi. Í dag eggja nógvir ráðgevar fólki til at verða saman, um tað á nakran hátt letur seg gera. Men nógvur skaði stóðst, áðrenn henda broytingin kom.
Tey ráðini, Bíblian gevur viðvíkjandi hjúnabandinum, eru afturímóti álítandi og sinnilig. Hon sigur, at tað í onkrum útstaddum dømi, er loyvt at skiljast. (Matteus 19:9) Men hon fordømir samstundis, at fólk skiljast av orsøkum, ið lítið hava upp á seg. (Malakias 2:14-16) Hon fordømir eisini ótrúskap. (Hebrearabrævið 13:4) Hon leggur dent á, at hjúnalagið er bindandi. „Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.“ * — 1 Mósebók 2:24; Matteus 19:5, 6.
Bíbilska leiðbeiningin um hjúnabandið er líka viðkomandi í dag, sum tá Bíblian varð skrivað. Um maður og kona elska og virða hvørt annað og meta hjúnabandið sum eitt heilt serligt samband, eru líkindini fyri, at tað heldur — og familjan verður saman — betri.
Hent ráð til foreldur
Fyri fleiri árum síðani komu „nýhugsanir“ fram í samband við barnauppaling, sum fingu foreldur at halda tað vera „forboðið at forbjóða“.8 Tey ræddust fyri, at børnini skuldu fáa frustratiónir og sálarløstir av avmarkingum. Vælmeinandi ráðgevar innan barnauppaling hildu uppá, at foreldur bara máttu rætta upp á børnini við størsta varsemi. Men nú hava nógvir av hesum serfrøðingunum tikið spurningin um uppaling til umhugsanar av nýggjum, og stúrin foreldur vilja fegin vita, hvussu vorðið er.
Ímeðan hevur Bíblian altíð givið klára, skilagóða leiðbeining um barnauppaling. Fyri næstan 2000 árum síðani segði hon: „Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!“ (Efesusbrævið 6:4) Grikska navnorðið, sum verður umsett „tykt“, merkir „uppaling, venjing, leiðbeining“.9 Sambært Bíbliuni er henda tyktin ella leiðbeiningin prógv um, at foreldrini elska børnini. (Orðtøkini 13:24) Børn trívast við moralskum reglum og greiðum boðum um rætt og órætt. Rímilig tykt sigur teimum, at foreldrini leggja í tey og ansa eftir, hvussu tey mennast.
Men foreldramyndugleikin, sum Bíblian nevnir „revsingarkoyrilin“, má ongantíð bera dám av ringari viðferð. * (Orðtøkini 22:15; 29:15) Bíblian ávarar foreldur: „Havið ikki í heilum at børnum tykkara, annars gera tit tey púra mótleys.“ (Kolossebrævið 3:21, Phillips) Hon ásannar eisini, at kropslig revsing vanliga ikki er besti undirvísingarhátturin. Í Orðtøkunum 17:10 stendur: „Meiri virkar inn á hin vitiga, táið honum verður havt at, enn hundrað sløg á dáran.“ Síðani mælir Bíblian eisini til at leggja dent á fyribyrgingina í uppalingini. Í Fimtu Mósebók 11:19 verða foreldur eggjað til at læra børn síni um moralsk virði undir óformellum umstøðum. — Les eisini Fimtu Mósebók 6:6, 7.
Tann altíð galdandi bíbilska leiðbeiningin til foreldur er púra greið. Børnum tørvar reglufasta og kærleiksfulla uppaling. Praktiskar royndir vísa, at slík skilagóð, sinnilig ráð virka. *
Brót niður forðingarnar
Nú á døgum eru rasumunur, tjóskaparmunur og etniskur munur fyribrigdi, sum skilja fólk. Hesar manngjørdu forðingarnar hava ofta elvt til, at ósek menniskju kring um í heiminum vórðu dripin í bardøgum. Eftir søguni at døma, tykjast lítlar vónir vera fyri, at menn og kvinnur úr ymiskum rasum og tjóðum nakrantíð fara at meta hvør annan sum javnlíkar. Ein afrikanskur státsmaður segði: „Loysnin skal finnast í hjørtum okkara.“11 Men at broyta mannahjørtu er ikki sum at siga tað. Kortini er vert at leggja til merkis, at boðskapurin í Bíbliuni talar til hjartað og fær fólk at meta hvørt annað sum javnlíkar.
Bíblian lærir, at Gud „hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði“, og hetta útihýsir allari hugsan um rasuyvirlegni. (Ápostlasøgan ) Hon vísir, at bara ein rasa er til — menniskjarasan. Bíblian eggjar okkum eisini til at ’verða eftirfylgjarar Guds’ og sigur, at „Gud ger ikki mannamun, men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi“. ( 17:26Efesusbrævið 5:1; Ápostlasøgan 10:34, 35) Hjá teimum, sum taka Bíbliuna í álvara, og sum veruliga royna at liva eftir hennara læru, virkar henda vitanin sameinandi. Hon avrikar nakað innast inni í menniskjanum, ávirkar mannahjartað og brýtur niður tær manngjørdu forðingarnar, sum skilja fólk. Latið okkum taka eitt dømi.
Tá Hitler førdi kríggj í Europa, noktaði ein kristin bólkur støðufastur at vera við í drápinum á ósek menniskju. Tey vóru Jehova Vitni. Tey vildu ikki „lyfta svørð“ móti øðrum menniskjum. Hesa støðu høvdu tey, tí tey fegin vildu vera Gudi til vildar. (Esaias 2:3, 4; Mika 4:3, 5) Tey trúðu veruliga tí, sum Bíblian lærir — at eingin tjóð ella rasa er betri enn ein onnur. (Galatiabrævið 3:28) Jehova vitni, sum elskaðu frið, vóru ímillum fyrstu fangarnar í konsentratiónslegunum. — Rómbrævið 12:18.
Ikki øll, sum søgdu seg fylgja Bíbliuni, høvdu kortini somu støðutakan. Stutt eftir seinna heimsbardaga skrivaði týski protestantapresturin, Martin Niemöller: „Tann, sum her ætlar at draga Gud til svars [í krígnum], hann kennir ikki Guds orð ella vil ikki kenna tað! . . . Kristnar kirkjur hava í øldir ferð eftir ferð . . . givið seg í holt við at signa kríggið, herliðini og vápnini, . . . og hava á ókristiligan hátt . . . biðið fyri týning fíggindans. Alt hetta er okkara skuld og skuld fedra okkara, men sanniliga ikki Guds skuld. — Og nú standa vit kristnu í dag vanærilig framman fyri tí sonevndu sektini, teimum Álvarsomu Bíbliulesandi [Jehova Vitnum], sum í hundraðtali, ja, túsundatali gingu inn í konsentratiónslegurnar og í deyðan, tí tey noktaðu at gera hernaðartænastu og ikki vildu skjóta menniskju.“12
Fram at hesum degi eru Jehova vitni kend fyri brøðralagið teirra millum, sum sameinir arábar og jødar, kroatar og serbar eins og hutuar og tutsiar. Tey dylja kortini ikki fyri, at hesin einleikin ikki kemur av, at tey eru betri enn onnur, men av kraftini í Bíbliunnar boðskapi. — 1 Tessalonikabræv 2:13.
Hent ráð sum gagna sálarligu heilsustøðuni
Kropsliga heilsustøðan verður ofta ávirkað av heilsustøðuni á kenslu- og sálarøkinum. Vísindaligar kanningar hava til dømis ávíst tey skaðiligu árinini av vreiði. Dr. Redford Williams, sum leiðir atferðargranskingina á Duke University Medical Center, og kona hansara, Virginia Williams, skriva í bókini Anger Kills (Vreiði drepur): „Meginparturin av teimum prógvunum, ið eru til taks, benda á, at illsint fólk av ymiskum orsøkum lættari fáa hjarta- og æðrasjúkur (eins og aðrar sjúkur), og orsøkirnar eru til dømis vantandi samband við onnur, ógvisligar lívfrøðiligar reaktiónir, tá tey verða ill — og at teirra atburður er vandamiklari og meira heilsuskaðiligur.“13
Fleiri túsund ár fyrr enn hesar vísindaligu kanningar vórðu gjørdar, segði Bíblian stutt og greitt frá sambandinum ímillum kenslur og kropsliga heilsu: „Spakført Orðtøkini 14:30; 17:22) Bíblian gevur hesi skilaráð: „Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara,“ og: „Ver ikki snarur í sinninum at verða illur.“ — Sálmur 37:8; Prædikarin 7:9.
hjarta er lív likamsins, men illsinni er rot í beinunum.“ (Bíblian gevur eisini skilagóð ráð um, hvussu vit fáa tamarhald á vreiðini. Til dømis stendur í Orðtøkunum 19:11: „Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.“ Hebraiska orðið, sum her er týtt „klókskapur“, stavar frá einum sagnorði, sum sipar til „kunnskap um orsøkina“ til okkurt.14 Hyggjuráðini munnu vera: „Ger einki uttan at hugsa fyrst.“ Royna vit at finna út av, hví summi bera seg at ella tosa, sum tey gera, hjálpir tað okkum at vera meiri tolin og minni bráðsint. — Orðtøkini 14:29.
Eini onnur hent ráð finna vit í Kolossebrævinum 3:13: „Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum.“ Smáir ampar hoyra lívinum til. Við orðunum „umberið hvørt annað“, verður hugsað um, at vit skulu hava tol við tí, sum okkum ikki dámar so væl hjá øðrum. At ’fyrigeva’ merkir, at vit halda uppat at vera ill við onkran. At sleppa beiskum kenslum er ofta betri enn at ganga og hjúkla um tær; við at goyma vreiði leggja vit stein oman á byrði hjá okkum sjálvum. — Les rammuna: „Hent ráð um sambandið við onnur menniskju.“
Ráð og leiðbeiningar tróta ikki nú á døgum. Men Bíblian skarar framúr. Leiðbeiningin, hon gevur, er ikki ber teori, og eingin fær skaða av at fylgja henni. Tvørturímóti hava hennara klóku ráð víst seg at vera „fult álítandi“. (Sálmur 93:5) Og hartil hava Bíbliunnar ráð ævigt gildi. Hóast hon er úti við 2000 ára gomul, er leiðbeiningin í henni framvegis nýtilig. Og øll kunnu fylgja henni, óansæð húðarlit og heimland. Bíbliunnar orð hava eisini stóra kraft — tey kunnu broyta fólk, so tey taka sær annað skinn um bak. (Hebrearabrævið 4:12) Tí hava vit gagn av at lesa hana og fylgja hennara meginreglum.
[Undirgreinar]
^ par. 13 Hebraiska orðið da·vaqʹ, sum her verður týtt „heldur seg til“, „ber í sær hugsanina um at halda fast við ein annan í kærleika og loyaliteti“.4 Á grikskum hevur orðið, sum í Matteus 19:5 verður týtt „halda seg til“, tilknýti til eitt orð, sum merkir „at líma saman“, „at kitta saman“, „at knýta tætt saman“.5
^ par. 18 Í bíbilsku tíðini merkti hebraiska orðið sheʹvet „keppur“ ella „stavur“ av tí slagnum, sum seyðamenn brúktu.10 Í hesum sambandi sipar myndugleikastavurin til holla leiðbeining, ikki harðskap. — Samanber Sálm 23:4.
^ par. 19 Les kapitlini „Oplær dit barn fra den spæde barndom“, Hjælp dine teenagebørn til at trives“, Når børn gør oprør“ og Beskyt din familie mod dårlig påvirkning“ í bókini Hemmeligheden ved et lykkeligt familieliv, sum Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. hevur givið út.
[Tekstsendurgeving á síðu 24]
Bíblian gevur greið og skilagóð ráð um familjulívið
[Yvirlit á síðu 23]
Onkur eyðkenni í sterkum familjum
Fyri nógvum árum síðani gjørdi ein serfrøðingur í familjumálum eina kanning, har hon bað 500 familjuráðgevar greiða frá tí, sum eyðkennir „sterkar“ familjur. Vert er at leggja til merkis, at tað, sum oftast varð nevnt, langt síðani varð viðmælt í Bíbliuni.
Gott samskifti stóð ovast á listanum — har ímillum virknir mátar at greiða ósemjur. Okkurt, sum eyðkennir sterkar familjur, er, at „eingin leggur seg á kvøldi, illur við ein annan“, sigur tann, sum stóð fyri kanningini.6 Og fyri meira enn 1900 árum síðani gav Bíblian hesi ráð: „Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara.“ (Efesusbrævið 4:26) Í bíbilskari tíð varð dagurin roknaður frá sólsetri til sólsetur. Nógv fyrr enn nútíðar serfrøðingar tóku sær fyri at kanna familjuviðurskifti, gav Bíblian altso tey skilagóðu ráðini: Fáið semju í lag sum skjótast, áðrenn dagurin endar, og ein annar tekur við.
Sterkar familjur „byrja ikki eitt kjak um eitt viðkvæmt evni, beint áðrenn tey fara frá húsum ella beint áðrenn songartíð“, fekk granskarin at vita. „Ferð eftir ferð hoyrdi eg tey siga ’í rættari tíð’“7 Hesar familjurnar liva, uttan sjálvar at vita av tí, eftir einum bíbilskum orðtaki, sum varð skrivað fyri meira enn 2700 árum síðani: „Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð.“ (Orðtøkini 15:23; 25:11) Her verður møguliga hugsað um silvurbakkar við gullprýði, sum líktist súreplum — vakrir og nógv virdir ognarlutir á Bíbliunnar døgum. Samanberingin vísir, at orð í rættari tíð eru vøkur og virðismikil. Tá ið á leikar, kunnu røttu orðini í rættari tíð ikki metast nóg høgt. — Orðtøkini 10:19.
[Yvirlit á síðu 26]
Hent ráð um sambandið við onnur menniskju
„Harmist, og syndið ikki! Hugsið tykkum um á legu tykkara, og verið stillir!“ (Sálmur 4:5) Í flestum førum, har talan er um smá mistøk, er best at sissast og ikki lata tað koma til skarpskeringar.
„Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.“ (Orðtøkini 12:18) Hugsa, áðrenn tú talar. Tankaleys orð kunnu særa onnur og slíta vinabond.
„Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.“ (Orðtøkini 15:1) Skalt tú svara milt aftur, mást tú hava tamarhald á tær sjálvum, men tað bøtir viðurskiftini og fremur friðin.
„At byrja stríð er sum at opna fyri vatni; halt tí uppat við trætu, áðrenn nakar vísir tenn.“ (Orðtøkini 17:14) Best er rýma úr provokerandi umstøðum, áðrenn tú verður drigin við og missir tamarhaldið.
„Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!“ (Prædikarin 7:9) Kenslur ganga ofta undan gerðum. Tann, sum er skjótur at taka at sær, er tápuligur, tí hann leypir ofta framav í orðum og gerðum.
[Mynd á síðu 25]
Jehova vitni vóru ímillum fyrstu fangarnar í konsentratiónslegunum