Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

2. PARTUR

Hvør er Gud?

Hvør er Gud?

1. Hví skulu vit tilbiðja Gud?

Hin sanni Gud hevur skapt alt. Hann hevur onga byrjan og fær heldur ongan enda. (Sálmur 90:2) Hann er keldan til tey góðu tíðindini, sum eru í Bíbliuni. (1 Timoteus 1:11) Av tí at Gud gav okkum lívið, eiga vit bara at tilbiðja hann. — Les Opinberingina 4:11.

2. Hvussu er Gud?

Einki menniskja hevur nakrantíð sæð Gud, tí hann er ein andi. Tað merkir, at hann er ein hægri vera enn skapningarnir á jørðini. (Jóhannes 1:18; 4:24) Kortini ber tað til hjá okkum at síggja hansara eginleikar í tí, hann hevur skapt. Til dømis fortelur margfeldið av fruktum og blómum okkum um hansara kærleika og vísdóm. Og støddin á alheiminum sigur frá hansara veldi. — Les Rómbrævið 1:20.

Lesa vit í Bíbliuni, læra vit enn meira um Guds eginleikar. Til dømis sigur hon okkum, hvat Gudi dámar og ikki dámar, hvussu hann fer við fólki, og hvussu hann ber seg at undir ymiskum umstøðum. — Les Sálm 103:7-10.

3. Hevur Gud eitt navn?

Jesus segði: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“ (Matteus 6:9) Hóast Gud hevur nógv heiti, hevur hann bert eitt navn. Framburðurin av tí er ymiskur á teimum ymsu málunum. Á føroyskum verður vanliga sagt „Jehova“, men nøkur siga „Jahve“. — Les Sálm 83:19. *

Í nógvum Bíblium er Guds navn strikað og heiti sum „Harrin“ ella „Gud“ sett ístaðin. Men tá ið Bíblian varð skrivað, stóð Guds navn umleið 7000 ferðir at lesa í henni. Jesus kunngjørdi Guds navn, tá ið hann lærdi fólk um Gud. — Les Jóhannes 17:26.

Hygg at filminum Hevur Gud eitt navn?

4. Leggur Jehova nakað í okkum?

Eins og hesin góði pápin, vil Gud okkum tað besta

Merkir tað, at nógv fólk líða, at Jehova ikki leggur í okkum? Nøkur siga, at vit líða, tí hann freistar, ella roynir okkum, men tað er ikki satt. — Les Jákup 1:13.

Gud er so góður við okkum menniskju, at hann hevur givið okkum ein frían vilja. Eru vit ikki takksom fyri, at vit frítt kunnu velja at tæna honum? (Josva 24:15) Men nógv velja at fara illa við øðrum, og tí veksur óndskapurin í heiminum. Tað voldir Jehova sorg at síggja slíkt órættvísi. — Les 1 Mósebók 6:5, 6.

Jehova leggur í okkum, og hann vil, at vit skulu gleðast um lívið. Skjótt fer hann at beina fyri líðing og teimum, sum eru atvoldin til hana. Hann hevur tó góða grund at loyva líðingum í eina avmarkaða tíð. Í 8. parti fáa vit at vita, hvør orsøkin er. — Les 2 Pætur 2:9; 3:7, 13.

5. Hvussu kunnu vit fáa tættari samband við Gud?

Jehova bjóðar okkum at koma honum nær, og tað kunnu vit gera, tá ið vit venda okkum til hansara í bøn. Hann hevur áhuga fyri hvørjum einstøkum av okkum. (Sálmur 65:3; 145:18) Hann er villigur at fyrigeva okkum. Hann verður glaður, tá ið vit royna at gera tað, honum dámar, hóast tað av og á miseydnast hjá okkum. So sjálvt um vit eru ófullkomin, ber tað til hjá okkum at hava eitt tætt samband við Gud. — Les Sálm 103:12-14; Jákup 4:8.

Av tí at Jehova hevur givið okkum lívið, eiga vit at elska hann meira, enn vit elska nakran annan. (Markus 12:30) Tá ið tú lærir meira um Gud og gert, sum hann biður teg, vísir tú, at tú elskar hann, og tú fært eitt enn tættari samband við hann. — Les 1 Timoteus 2:4; 1 Jóhannes 5:3.

^ par. 4 Í orðafrágreiðingini í Løggildu føroysku umsetingini frá 2006 stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve.“