7. PARTUR
Hvat er Guds ríki?
1. Hvat er Guds ríki?
Guds ríki er ein himmalsk stjórn. Tað verður sett í staðin fyri allar aðrar stjórnir og fer at fremja Guds vilja bæði í himli og á jørð. Tíðindini um Guds ríki eru góð. Skjótt fer Guds ríki at syrgja fyri, at menniskjuni fáa ta góðu stjórnina, teimum tørvar, og sameina øll, sum búgva á jørðini. — Les Dániel 2:44; Matteus 6:9, 10; 24:14.
Jehova hevur sett son sín, Jesus Kristus, at vera kongur í sínum ríki. — Les Opinberingina 11:15.
Hygg at filminum Hvat er Guds ríki?
2. Hví er Jesus besti kongurin, ið hugsast kann?
Sonur Guds er tann besti kongurin, tí hann er góður og heldur fast við tað, sum er rætt. (Matteus 11:28-30) Jesus er haraftrat førur fyri at hjálpa menniskjum, tí hann fer at stjórna jørðini úr himli. Eftir sína uppreisn steig hann til himmals og setti seg at bíða við høgru hond Jehova. (Hebrearabrævið 10:12, 13) Seinni gav Gud honum vald at fara undir at stjórna. — Les Dániel 7:13, 14.
3. Hvørji fara at stjórna saman við Jesusi?
Ein bólkur, nevndur „hini heiløgu“, fer at stjórna saman við Jesusi í himli. (Dániel 7:27) Teir fyrstu, sum vórðu valdir at vera millum hini heiløgu, vóru Jesu trúføstu ápostlar. Jehova hevur higartil hildið fram at velja trúfastar menn og kvinnur, sum skulu hoyra til hesi heiløgu. Akkurát sum Jesus fáa tey andalig likam, tá ið tey verða uppreist. — Les Jóhannes 14:1-3; 1 Korintbræv 15:42-44.
Lukas 12:32) Talið á teimum verður at enda 144.000. Tey fara at stjórna jørðini saman við Jesusi. — Les Opinberingina 14:1.
Hvussu nógv menniskju skulu í himmalin? Jesus rópti tey eitt ’lítið fylgi’. (4. Hvat hendi, tá ið Jesus fór undir at stjórna?
Guds ríki fór undir at stjórna í 1914. * Tað fyrsta, Jesus gjørdi sum kongur, var at kasta Satan og hansara illu andar niður á jørðina. Satan bleiv í øðini og fór at elva stórar trupulleikar á allari jørðini. (Opinberingin 12:7-10, 12) Síðani tá hava menniskjuni verið fyri alsamt fleiri líðingum. Kríggj, hungursneyð, farsóttir og jarðskjálvtar eru alt ein partur av einum ’tekni’, sum vísir, at Ríkið skjótt fer at stjórna jørðini. — Les Lukas 21:7, 10, 11, 31.
5. Hvat fremur Guds ríki?
Við einum heimsumfatandi boðanararbeiði sameinir Guds ríki longu nú ein stóran skara av menniskjum úr øllum tjóðum. Milliónir av eyðmjúkum menniskjum blíva tegnar undir konginum Jesusi. Tey verða vard, tá ið Guds ríki beinir fyri hesi óndu heimsskipanini. Øll, sum vilja, at Guds ríki skal gagna teimum, mugu tí læra at vera Jesusi lýðin. — Les Opinberingina 7:9, 14, 16, 17.
Í einum 1000 ára tíðarskeiði fer Ríkið at fremja Guds upprunaligu ætlan við menniskjunum. Jørðin verður eitt paradis, øll sum hon er. At enda gevur Jesus Faðir sínum Ríkið aftur. (1 Korintbræv 15:24-26) Kennir tú onkran, tú kundi hugsað tær at fortalt um Guds ríki? — Les Sálm 37:10, 11, 29.
^ par. 6 Fleiri upplýsingar um, hvussu Bíblian vísti fram til árið 1914, eru at finna á síðunum 215-218 í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga?