14. PARTUR
Hvørja undirvísing kunnu pionerar fáa?
Teokratisk upplæring hevur í nógv ár verið eitt eyðkenni hjá Jehova vitnum. Tey, sum brúka meginpartin av sínari tíð til at boða um Ríkið, kunnu fáa serliga undirvísing, sum hjálpir teimum at ’fullføra tænastu sína’. — 2 Timoteus 4:5.
Pionerskúlin. Tá ið ein boðari hevur verið pionerur í eitt ár, verður hann bjóðaður á eitt seksdaga skeið, sum vanliga fer fram í einum ríkissali í økinum. Endamálið við skeiðnum er at hjálpa pionerum at koma nærri til Jehova, at gerast dugnaligari á øllum økjum í boðanini og at halda fram í trúfastari tænastu.
Skúlin fyri kristnar boðarar. Hesin skúlin, sum varir tveir mánaðar, hevur til endamáls at upplæra royndar pionerar, sum eru fúsir at flyta út, har tørvur er á teimum. Tað er, sum siga teir: „Her eri eg — send meg!“ Soleiðis taka teir eftir hinum størsta evangeliiboðaranum, sum nakrantíð hevur verið á jørðini, Jesusi Kristi. (Esaias 6:8; Jóhannes 7:29) Tey, sum flyta langt burtur frá heimi sínum, skulu kanska laga seg eftir øðrum livikorum. Mentanin, veðurlagið og maturin kunnu vera heilt øðrvísi enn tað, tey eru von við. Tað kann enntá vera neyðugt hjá teimum at læra eitt nýtt mál. Hesin skúlin hjálpir hjúnum og støkum brøðrum og systrum í aldrinum 23 til 65 ár at menna kristnu eginleikarnar, sum teimum tørvar í síni tænastu. Haraftrat menna tey førleikar, sum hjálpa teimum at gera enn meira fyri Jehova og hansara samskipan.
Vakttornsins bíbliuskúli Gilead. Á hebraiskum merkir orðið „Gilead“ ein „vitnisgrótrúgva“. Síðani Gileadskúlin varð stovnaður í 1943 hava fleiri enn 8000 boðarar fingið upplæring á hesum skúlanum og eru sendir út sum trúboðarar at vitna „líka at enda jarðarinnar“, og tað hevur eydnast væl. (Ápostlasøgan 13:47) Tá ið trúboðarar komu til Peru, vóru ongar samkomur har. Nú eru fleiri enn 1000. Tá ið okkara trúboðarar komu til Japan, vóru færri enn 10 boðarar í landinum. Nú eru fleiri enn 200.000. Á skúlanum, sum varir fimm mánaðar, kanna næmingarnir gjølla Guds orð. Skúlin er ætlaður serpionerum, trúboðarum, sum enn ikki hava verið á Gileadskúlanum, og teimum, ið tæna á deildarskrivstovum ella eru í fylkistænastuni. Har fáa næmingarnir nágreiniliga undirvísing, sum ger teir førar fyri at styrkja og stuðla heimsumfatandi arbeiðinum.
-
Hvat er endamálið við Pionerskúlanum?
-
Hvørjum er Skúlin fyri kristnar boðarar ætlaður?