Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 2

Rebekka vildi gleða Jehova

Rebekka vildi gleða Jehova

Rebekka var ein kona, sum elskaði Jehova, og tað gjørdi Ísakur, maður hennara, eisini. Hvussu møtti Rebekka Ísaki? Hvussu vísti hon, at hon vildi gleða Jehova? Latið okkum fyrst hoyra um Ísak, mannin hjá Rebekku.

Foreldrini hjá Ísaki itu Ábraham og Sára. Tey búðu í Kána’anslandi, og har tilbóðu fólkini ikki Jehova. Men Ábraham vildi, at sonur hansara skuldi gifta seg við einari gentu, sum tilbað Jehova. Hann sendi tí ein tænara, sum helst æt Eliezer, til Karan at finna eina konu til Ísak, tí í hesum býnum búðu fólk, sum vóru í familju við Ábraham.

Rebekka vildi fegin geva kamelunum vatn, sjálvt um tað var strævið

Eliezer hevði aðrar tænarar hjá Ábrahami við sær á ferðini. Teir høvdu langt at fara. Við sær høvdu teir tíggju kamelar at bera mat og gávur. Hvussu skuldi Eliezer vita hvørja gentu, hann skuldi velja Ísaki? Tá ið Eliezer og hinir tænararnir komu til Karan, steðgaðu teir við ein brunn. Eliezer visti, at har fóru fólk skjótt at koma eftir vatni. Hann bað til Jehova: ’Um eg nú biði eina unga gentu geva mær vatn, og hon so gevur bæði mær og kamelunum, so veit eg, at hon er tann, sum tú hevur valt.’

Nú kom tann unga Rebekka til brunnin. Hon var sera vøkur, sigur Bíblian. Eliezer bað hana geva sær vatn at drekka, og hon segði: ’Ja, sjálvandi. Eg skal geva tær vatn, og eg fari eisini at geva kamelunum hjá tær.’ Tystir kamelar drekka nógv vatn. Hugsa tær, hvussu nógvar ferðir Rebekka skuldi renna aftur og fram eftir vatni! Sært tú á myndini, hvussu røsk hon er? — Eliezer varð ovfarin, tá ið hann sá, hvussu Jehova svaraði bønini.

Eliezer gav Rebekku nógvar fínar gávur. Hon bjóðaði Eliezer og hinum tænarunum við sær heim til hús. Eliezer segði frá, hví Ábraham hevði sent hann, og hvussu Jehova hevði svarað bøn hansara. Familjan hjá Rebekku vildi fegin, at hon skuldi gifta seg við Ísaki.

Rebekka fór við Eliezeri til Kána’ansland og gifti seg við Ísaki

Men heldur tú, Rebekka vildi gifta seg við Ísaki? — Rebekka visti, at Jehova hevði sent Eliezer. Og tá ið familjan spurdi, um hon vildi fara til Kána’ansland og gifta seg við Ísaki, segði hon: ’Ja, tað vil eg.’ Og hon fór beinanvegin við Eliezeri. Tá ið tey komu til Kána’ansland, gifti hon seg við Ísaki.

Jehova var góður við Rebekku, tí hon aktaði hann. Nógv ár seinni varð Jesus føddur í hennara ætt. Um tú gert sum Rebekka og gleðir Jehova, verður hann eisini góður við teg.