Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL TVEY

Hann „livdi við Gudi“

Hann „livdi við Gudi“

1, 2. Hvørjari verkætlan arbeiddu Nóa og familja hansara við, og hvørjar avbjóðingar møttu teimum?

NÓA rættaði ryggin og strekti sínar eymu vøddar. Ímynda tær hann sitandi á einum stabba. Meðan hann soleiðis rindaði sær møðina, eygleiddi hann ta risastóru ørkina, sum stóð í gerð. Ramur luktur av heitari tjøru fylti luftina, og dunið av snikkaraamboðum hoyrdist. Haðani hann sat, sá Nóa synir sínar arbeiða ymsastaðni á tí stóra timburskrokkinum. Synir hansara, konur teirra og hansara egna kona høvdu øll í áratíggju arbeitt saman við honum í hesi verkætlanini. Tað gekk væl framá, men har var nógv eftir at gera hjá teimum.

2 Fólkini har um vegir hildu, at tey vóru býtt. So hvørt sum ørkin tók skap, flentu fólkini uppaftur meira við tankan um eina vatnflóð, sum skuldi fjala alla jørðina. Tey hildu vanlukkuna, sum Nóa ferð eftir ferð hevði ávarað um, vera bæði óhugsandi og láturverda. Tey skiltu ikki, at ein maður so býttisliga spilti lív sítt — og lívið hjá familju síni! Men Jehova Gud hevði eina heilt aðra áskoðan á Nóa.

3. Á hvønn hátt livdi Nóa við Gudi?

3 Guds orð sigur: „Nóa livdi við Gudi.“ (Les Fyrstu Mósebók 6:9.) Hvat merkti tað? Ikki at Gud var á jørðini ella, at Nóa onkursvegna fór til himmals. Nei, tað merkti, at Nóa aktaði Gud sín og var so góður við hann, at hann so at siga fylgdist við Jehova, eins og vinir fylgjast. Fleiri túsund ár seinni segði Bíblian um Nóa: „Við [trúgv] dómfeldi hann heimin.“ (Hebr. 11:7) Hvussu tá? Hvat kunnu vit læra av hansara trúgv í dag?

Ein lýtaleysur maður í einum spiltum heimi

4, 5. Hvussu var óndskapurin alsamt versnaður á døgum Nóa?

4 Nóa vaks upp í einum heimi, har óndskapurin alsamt versnaði. Heimurin var eisini óndur, tá ið langabbi hansara, Enok, livdi, ein annar rættvísur maður, ið livdi við Gudi. Enok hevði boðað frá, at ein dagur skuldi koma, tá ið Gud fór at útinna dóm yvir tey gudleysu menniskjuni í heiminum. Nú, á døgum Nóa, hevði óndskapurin vundið enn meiri upp á seg. Í roynd og veru var jørðin spilt í eygum Jehova, tí hon var full av órætti. (1 Mós. 5:22; 6:11; Jud. 14, 15) Hvat var hent, síðani óndskapurin hevði vundið so nógv upp á seg?

5 Ein ræðuligur sorgarleikur var farin fram millum gudssynirnar, ella einglarnar. Ein teirra hevði longu sett seg upp ímóti Jehova og gjørt seg sjálvan til Satan Djevulin við at baktala Gud og lokka Ádam og Evu at synda. Á døgum Nóa fóru aðrir einglar at gera uppreistur ímóti rættvísa stýri Jehova. Teir góvu upp bústað sín í himli, fóru niður á jørðina, fingu sær skap sum menniskju og tóku sær vakrar kvinnur til konur. Hesir stoltu, sjálvgóðu og uppreistrarhugaðu einglarnir høvdu skaðiliga ávirkan á menniskjuni. — 1 Mós. 6:1, 2; Jud. 6, 7.

6. Hvussu ávirkaðu nefilim viðurskiftini í heiminum, og hvat setti Jehova sær fyri at gera?

6 Haraftrat kom burtur úr hesum ónatúrliga sambandinum millum einglarnar í mannalíki og kvinnurnar eitt kynblandað avkom, risar, ið vóru óvanliga sterkir. Í upprunatekstinum í Bíbliuni verða teir róptir nefilim, sum bókstaviliga merkir „teir, ið høgga niður“ — teir, ið fáa onnur at snáva. Hesi óndu bølmennini, nefilim, vóru orsøkin til, at viðurskiftini í heiminum versnaðu munandi. Ikki løgið, at Skaparin helt, „at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin“. Jehova setti sær fyri, at hann 120 ár seinni skuldi týna hetta ónda mannasamfelagið. — Les Fyrstu Mósebók 6:3-5.

7. Hví var tað ein avbjóðing hjá Nóa og konu hansara at verja synir sínar fyri óndskapinum?

7 Hugsa tær, hvussu torført tað mundi vera at uppala børn í einum slíkum heimi. Men tað gjørdi Nóa. Hann fekk eina góða konu, og eftir at hann var vorðin 500 ára gamal, bar hon honum tríggjar synir — Sem, Kam og Jafet. * Saman noyddust tey at verja synir sínar fyri óndskapinum, sum var rundan um tey. Smádreingir verða ofta hugtiknir av monnum, sum eru ’veldigir’ og ’navngitnir’, og júst tað vóru nefilim. Nóa og kona hansara fingu helst ikki vart synir sínar fyri at hoyra um øll brøgdini hjá hesum risunum, men tey kundu læra teir sannleikan um Jehova Gud, sum hatar allan óndskap. Tey máttu hjálpa dreingjunum at skilja, at Jehova kendi seg særdan av harðskapinum og uppreistrinum í heiminum. — 1 Mós. 6:6.

Nóa og kona hansara máttu verja síni børn fyri skaðiligari ávirkan

8. Hvussu kunnu skilagóð foreldur nú á døgum taka eftir Nóa og konu hansara?

8 Foreldur nú á døgum munnu duga at seta seg inn í støðuna hjá Nóa og konu hansara. Heimurin í dag er eisini fullur av harðskapi og uppreistri. Bólkar av uppreistrarhugaðum ungum herja í nógvum býum. Sjálvt undirhald, sum er ætlað smábørnum, kann vera á tremur við harðskapi. Skilagóð foreldur gera alt, tey eru ment, fyri at reka slíka ávirkan aftur við at læra børn síni um Jehova, Gud friðarins, sum einaferð fer at beina fyri øllum harðskapi. (Sl. 11:5; 37:10, 11) Tað ber til at læra børn at gera tað rætta, sjálvt í einum óndum heimi! Hjá Nóa og konu hansara eydnaðist tað. Synirnir hjá teimum gjørdust góðir menn, og teir fingu sær konur, sum eisini settu Jehova Gud fremst í sínum lívi.

„Tú skalt gera tær ørk“

9, 10. (a) Hvørji boð frá Jehova broyttu lívið hjá Nóa? (b) Hvussu segði Jehova, at ørkin skuldi síggja út, og hvørja ætlan hevði hann við henni?

9 Ein dagin broyttist lívið hjá Nóa fullkomiliga. Jehova talaði við elskaða tænara sín og segði honum frá síni ætlan um at týna heimin, sum tá var. Gud gav Nóa hesi boð: „Tú skalt gera tær ørk av goferviði.“ — 1 Mós. 6:14.

10 Henda ørkin var ikki eitt skip, sum nøkur halda. Hon hevði hvørki bógv, hekku, kjøl ella róður, og eingin bugur var í. Hon var rætt og slætt ein stórur kassi. Jehova gav Nóa tey nágreiniligu mátini til ørkina, segði honum, hvussu skapið skuldi vera, og at hann skuldi smyrja hana bæði innan og uttan við tjøru. Hann greiddi honum eisini frá hví: ’Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.’ Men Jehova gjørdi henda sáttmálan, ella formligu avtaluna, við Nóa: „Tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.“ Nóa skuldi eisini hava øll sløg av dýrum við sær. Bert tey, sum vóru í ørkini, kundu yvirliva Vatnflóðina. — 1 Mós. 6:17-20.

Nóa og familja hansara samstarvaðu um at fylgja Guds boðum

11, 12. Hvørja risastóra uppgávu hevði Nóa fyri sær, og hvussu tók hann við avbjóðingini?

11 Nóa hevði eina risastóra uppgávu fyri sær. Ørkin skuldi verða ómetaliga stór — umleið 133 metrar long, 22 metrar breið og 13 metrar høg. Hon var nógv størri enn tey størstu havføru træskipini, ið nakrantíð eru bygd, sjálvt í nýggjari tíð. Royndi Nóa at sleppa undan hesi uppgávuni, grenjaði hann um avbjóðingarnar, ella royndi hann at broyta nakað fyri at lætta um stríðið? Bíblian svarar: ’Nóa gjørdi í einum og øllum, sum Gud hevði sagt við hann.’ — 1 Mós. 6:22.

12 Arbeiðið stóð við í fleiri áratíggju, kanska 40 ella 50 ár. Trø skuldu fellast, bular skuldu dragast, bjálkar skuldu høggast, evnast til og skoytast saman. Tríggjar hæddir, ella trý dekk, skuldu vera í ørkini, nøkur rúm og ein hurð á síðuni. Vindeygu vóru eyðsýniliga í erva allan vegin runt, og takið hevði helst lága reising, so vatnið fekk runnið burtur. — 1 Mós. 6:14-16.

13. Hvat kann hava verið ein størri avbjóðing hjá Nóa enn at byggja ørkina, og hvussu ávirkaði tað fólkini?

13 Sum árini gingu, og ørkin tók skap, man Nóa hava frøtt seg um, at familjan stuðlaði honum. Men eitt annað var, sum kanska var ein enn størri avbjóðing enn at byggja ørkina. Bíblian sigur okkum, at Nóa var ’prædikari rættvísinnar’. (Les Seinna bræv Pæturs 2:5.) Hann var djarvur og gekk undan við at ávara tað ónda og gudleysa mannasamfelagið um oyðingina, ið var á veg. Lurtaðu tey? Seinni mintist Jesus Kristus aftur á hesa tíðina og segði, at fólkini „vitstu av ongum“. Hann segði, at tey vóru so upptikin av gerandislívinum — at eta, drekka og gifta seg — at tey ikki góvu gætur eftir Nóa. (Matt. 24:37-39) Nógv hildu ivaleyst hann og familju hansara fyri gjøldur. Nøkur hóttu hann møguliga og settu seg upp ímóti honum við harðskapi. Tey royndu kanska enntá at forða teimum í at byggja ørkina.

Hóast tað var týðiligt, at Gud signaði Nóa, spottaðu fólk hann og vildu ikki lurta eftir honum

14. Hvat kunnu familjur í dag læra av Nóa og familju hansara?

14 Men Nóa og familjan góvu kortini ikki uppat. Tey bygdu við sama lag, hóast fólk rundan um tey hildu tað vera høpisleyst, púra burtur við og láturligt. Familjur í dag kunnu læra nógv av trúnni hjá Nóa og familju hansara. Vit liva jú í tíðini, sum Bíblian nevnir ’síðstu dagarnar’ hjá hesi heimsskipanini. (2 Tim. 3:1) Jesus segði, at okkara tíð skuldi vera júst sum tíðin, tá ið Nóa bygdi ørkina. Vilja fólk í heiminum ikki lurta eftir boðskapinum um Guds ríki, men spotta ella enntá søkja at okkum, so er gott at hugsa um Nóa. Vit eru ikki tey fyrstu, ið eru fyri slíkum avbjóðingum.

„Far inn í ørkina“

15. Hvørjar av sínum kæru misti Nóa, tá ið hann nærkaðist teimum 600 árunum?

15 Fleiri áratíggju vóru liðin, og ørkin tók so líðandi sítt endaliga skap. Tá ið Nóa nærkaðist teimum 600 árunum, misti hann nøkur av sínum kæru. Pápi hansara, Lemek, doyði. * Fimm ár seinni doyði Metúsalem, ið var pápi Lemek og abbi Nóa. Hann bleiv 969 ára gamal og gjørdist soleiðis elsta menniskjað, sum er nevnt í Bíbliuni. (1 Mós. 5:27) Bæði Metúsalem og Lemek høvdu livað samstundis sum fyrsta menniskjað, Ádam.

16, 17. (a) Hvørji nýggj boð fekk Nóa, tá ið hann var 600 ára gamal? (b) Lýs ógloymandi sjónina, sum Nóa og familjan sóu.

16 Tá ið Nóa var 600 ára gamal, fekk hann eini nýggj boð frá Jehova Gudi: „Far inn í ørkina, tú og alt hús títt.“ Jehova bað eisini Nóa hava øll sløg av dýrum við inn í ørkina — sjey av teimum reinu, ið kundu latast sum offur, og tvey av hinum. — 1 Mós. 7:1-3, NW.

17 Tað man hava verið ein ógloymandi sjón. Í túsundatali komu tey undan sjónarringinum — gangandi, flúgvandi, skríðandi, vaggandi, dundrandi — øll hugtakandi ymisk í stødd, skapi og lyndi. Tað er ikki neyðugt at ímynda sær ein neyðars Nóa, sum royndi at reka ella onkursvegna lokka tey villu dýrini inn í trongu rúmini í ørkini. Frásøgan sigur, at tey „fóru inn í ørkina til Nóa“. — 1 Mós. 7:9.

18, 19. (a) Hvat kunnu vit hugsa um í sambandi við spurningarnar, sum atfinnarar seta viðvíkjandi tí, sum fór fram í frásøguni um Nóa? (b) Hvussu kom vísdómur Jehova til sjóndar í tí, sum hann gjørdi fyri at bjarga dýrunum?

18 Onkur hevur kanska hug at finnast at hesum og spyrja: ’Hvussu kundi nakað tílíkt bera til? Og hvussu kundu øll hasi dýrini liva so trongt, uttan at ruðuleiki stóðst av?’ Hugsa um hetta: Skuldi Skaparin av øllum alheiminum ikki vera førur fyri at hava tamarhald á dýrunum og enntá temja tey og fáa tey at akta, um neyðugt? Minst til, at Jehova Gud er tann, ið skapti dýrini. Nógv seinni kleyv hann eisini Reyðahavið og fekk sólina at standa stilla. Var hann so ikki førur fyri at fremja alt tað, sum stendur at lesa í frásøguni um Nóa? Sjálvandi var hann tað, og hann gjørdi tað eisini!

19 Gud kundi, gaman í, valt at bjarga dýrunum á ein annan hátt. Men í vísdómi sínum gjørdi hann tað á ein hátt, sum minnir okkum um tað, hann upprunaliga leit upp í hendurnar á menniskjunum, nevniliga at taka sær av øllum dýrunum á jørðini. (1 Mós. 1:28) Tí vísa nógv foreldur í dag á frásøguna um Nóa, tá ið tey læra børnini, at Jehova er góður bæði við dýrini og menniskjuni, sum hann hevur skapt.

20. Hvat mundu Nóa og familjan takast við í vikuni undan Vatnflóðini?

20 Jehova segði við Nóa, at Vatnflóðin skuldi koma sjey dagar seinni. Tað man hava verið ein rokalig vika hjá familjuni. Hugsa tær, hvussu strævið tað hevur verið at skipa fyri, at øll dýrini, fóðrið og matvørurnar komu á rætta plássið og eisini, at ognirnar hjá familjuni komu inn í ørkina. Kona Nóa og konurnar hjá Sem, Kam og Jafet hugsaðu kanska serliga um at gera tað liviligt inni í ørkini.

21, 22. (a) Hví skuldi líkasælan hjá fólki á Nóa døgum ikki komið óvart á okkum? (b) Nær hildu fólk uppat at spotta Nóa og familju hansara?

21 Hvat gjørdu fólkini rundan um tey? Tey „vitstu“ framvegis „av ongum“, hóast tað var týðiligt, at Jehova signaði Nóa og alt hansara stríð. Tað er heilt vist, at tey sóu dýrini streyma inn í ørkina. Men líkasælan hjá teimum skuldi ikki komið óvart á okkum. Fólk í dag geva sær heldur ikki far um týðiligu prógvini um, at vit nú liva á síðstu døgunum hjá hesi heimsskipanini. Og sum Pætur ápostul boðaði frá, hava spottarar háðað og spottað tey, sum geva gætur eftir ávaring Guds. (Les Seinna bræv Pæturs 3:3-6.) Fólk spottaðu ivaleyst eisini Nóa og familju hansara.

22 Nær hildu tey uppat at spotta? Frásøgan sigur, at tá ið Nóa hevði fingið familju sína og dýrini inn í ørkina, ’læt [Jehova] aftur eftir honum’. Vóru nakrir spottarar nærindis, fekk henda guddómliga gerðin teir helst at tagna. Um ikki, fekk regnið teir at tagna — tí tað fór at oysa niður! Tað regnaði og regnaði og regnaði — inntil allur heimurin var undir í vatni, júst sum Jehova hevði sagt. — 1 Mós. 7:16-21.

23. (a) Hvussu vita vit, at Jehova ikki gleddist um, at tey óndu fólkini doyðu á døgum Nóa? (b) Hví er tað skilagott at taka eftir trúnni hjá Nóa í dag?

23 Gleddist Jehova um, at tey óndu fólkini doyðu? Nei, als ikki! (Ez. 33:11) Hann hevði tvørturímóti givið teimum ríkan møguleika at broyta kós og gera tað, sum var rætt. Høvdu tey kunnað tað? Lívsleiðin hjá Nóa svarar spurninginum. Hann livdi við Jehova, aktaði Gud í øllum og vísti soleiðis, at tað bar til at verða bjargaður. Í so máta dómfeldi hann heimin við trúgv síni, og við henni vísti hann eisini, hvussu stórur óndskapurin var á hansara døgum. Hansara trúgv bjargaði honum og familju hansara. Tekur tú eftir trúnni hjá Nóa, kanst tú kanska eisini bjarga tær sjálvum og teimum, tú elskar. Eins og Nóa kanst tú liva við Jehova Gudi og hava hann sum vin. Og tað vinalagið kann vara ævigt!

^ par. 7 Tá í tíðini livdu fólk nógv longur enn vit gera í dag. Orsøkin, til at tey livdu so leingi, var helst tann, at bert fá ættarlið vóru millum tey og Ádam og Evu, sum einaferð høvdu verið fullkomin.

^ par. 15 Lemek hevði givið soni sínum navnið Nóa, sum ætlandi merkir „hvíla“ ella „troyst“, og hevði profeterað, at Nóa skuldi liva upp til sítt navn, við tað at hann fór at geva mannaættini hvílu frá strævna arbeiðinum á bannaðu jørðini. (1 Mós. 5:28, 29) Lemek livdi ikki so leingi, at hann sá hesa profetiina ganga út. Mamma, brøður og systrar Nóa gingu møguliga burtur í Vatnflóðini.