Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 1

Hvør eri eg?

Hvør eri eg?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Tá ið tú veitst, hvør tú ert, og hvørja sannføring tú hevur, verður tað lættari hjá tær at taka skilagóðar avgerðir, sjálvt undir trýsti.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Lív er farin í eina veitslu og er ikki meir enn komin inn, tá ið hon hoyrir eina væl kenda rødd aftan fyri seg.

„Stendur tú bara her einsamøll?“

Lív snarar sær á og sær vinkonuna, Vár, sum hevur tvær øl í hondini. Vár rættir Lív aðra fløskuna og sigur: „Hygg her! Fá tær! Vit eru nóg vaksnar at hava tað stuttligt, ha?“

Lív vil helst siga nei. Men tær eru jú vinkonur, og hon vil ikki, at Vár skal halda, at hon er keðilig. Og Vár er jú ein av teimum skikkiligu gentunum. So um hon kann drekka, kann tað ikki vera so galið. ’Tvass, tað er bara ein øl,’ hugsar Lív. ’Tað er jú ikki tað sama sum at taka rúsevni.’

Hvat hevði tú gjørt, um tú vart Lív?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

Skalt tú taka eina skilagóða avgerð í eini slíkari støðu, mást tú vita, hvør tín samleiki er, altso hvør tú ert, og hvørja sannføring tú hevur. Tá ið tú kennir teg sjálvan væl og veitst, hvat tú vilt, verður tú sjálvur førur fyri at stýra tínum lívi, heldur enn at lata onnur gera tað. – 1. Korintbræv 9:26, 27.

Hvussu verður tú førur fyri tí? Ein góð byrjan er at svara teimum næstu fýra spurningunum.

1 HVØRJAR ERU MÍNAR STERKU SÍÐUR?

Tá ið tú veitst, hvat tú dugir, og hvørjar góðar eginleikar tú hevur, fært tú størri sjálvsálit.

FYRIMYND Í BÍBLIUNI: Paulus ápostul skrivaði: „Um eg so eri ólærdur í talu, eri eg tað tó ikki í kunnskapi.“ (2. Korintbræv 11:6) Paulus kendi Guds orð væl, og tí var hann førur fyri at halda fast við tað, sum hann trúði. Hann misti ikki sjálvsálitið, tá ið onnur tosaðu ilt um hann. – 2. Korintbræv 10:10; 11:5.

RANNSAKA TEG SJÁLVAN: Skriva okkurt, sum tú dugir væl.

Skriva ein av tínum góðu eginleikum. (Ert tú til dømis umhugsin? gávumildur? álítandi? stundisligur?)

2 HVØRJAR ERU MÍNAR VEIKU SÍÐUR?

Ein keta er ikki sterkari enn veikasta liðið. Letur tú tínar veiku síður stýra tínum lívi, kann tað verða til stóran skaða fyri teg.

FYRIMYND Í BÍBLIUNI: Paulus visti, hvørjar veikar síður hann hevði. Hann skrivaði: „Tí eftir hinum innara menniskja mínum havi eg hug til lóg Guds; men í limum mínum síggi eg aðra lóg, sum stríðir móti lóg sinnis míns og tekur meg til fanga undir lóg syndarinnar.“ – Rómbrævið 7:22, 23.

RANNSAKA TEG SJÁLVAN: Hvørjum veikleika mást tú læra at stýra?

3 HVØRJI MÁL HAVI EG?

Kundi tú funnið upp á at sett teg inn í ein taxabil og biðið føraran koyrt runt í grannalagnum, til einki bensin var eftir? Tað hevði verið bæði býtt og dýrt!

Hvat skal hetta læra okkum? Heldur enn at mala í ring mást tú seta tær nøkur mál, so tú veitst, hvar tú ætlar tær, og hvussu tú kemur hagar.

FYRIMYND Í BÍBLIUNI: Paulus skrivaði: „Eg renni tí ikki eins og uppá óvist.“ (1. Korintbræv 9:26) Í staðin fyri bara at lata tilvildina ráða setti Paulus sær mál og strembaði eftir at røkka teimum. – Filippibrævið 3:12-14.

RANNSAKA TEG SJÁLVAN: Skriva trý mál, sum tú fegin vilt røkka komandi árið.

4 HVUSSU STERK ER MÍN SANNFØRING?

Tá ið tú kennir teg sjálvan væl og veitst, hvat tú vilt, ert tú sum eitt sterkt træ við djúpum rótum, ið verður standandi sjálvt í harðasta stormi

Hevur tú ikki eina sterka sannføring, fert tú lætt at ivast. Sum ein kameleónur skiftir tú lit fyri at líkjast tínum javnaldrum. Og tað er eitt greitt tekin um, at tú ikki hevur tín egna samleika.

Men um tú hinvegin gert tað, sum tú veitst er rætt, líkamikið hvat onnur gera, heldur tú fast við tín samleika.

FYRIMYND Í BÍBLIUNI: Meðan Dániel profetur helst enn var tannáringur, ’setti hann sær fyri’ at akta Guds boð, sjálvt um hann var langt heimanífrá. (Dániel 1:8) Soleiðis var hann trúgvur móti sær sjálvum. Dániel livdi samsvarandi síni sannføring.

RANNSAKA TEG SJÁLVAN: Hvat trýrt tú upp á? Trýrt tú til dømis upp á Gud? Um so er, hví? Hvat sannførir teg um, at hann er til?

Heldur tú, at tað, Gud biður okkum gera, er gagnligt? Um so er, hví?

Hvørjum vilt tú helst líkjast, tá ið samanum kemur – einum niðurdotnum blaði, sum fýkur av stað, bara eitt lítið lot er, ella einum træi, sum verður standandi sjálvt í harðasta stormi? Styrkir tú tín samleika, verður tú sum træið. Og tað fer at hjálpa tær at svara spurninginum: Hvør eri eg?