Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | BÍBLIAN HEVUR YVIRLIVAÐ ALLAR HÓTTANIR

Bíblian hevur yvirlivað tíðarinnar tonn

Bíblian hevur yvirlivað tíðarinnar tonn

HÓTTANIN: Bíbliuskrivarar og avskrivarar brúktu sum oftast papýrus og pergament. a (2. Timoteusarbræv 4:13) Hví var vandi fyri, at Bíblian ikki kundi yvirliva, tá ið hon bleiv skrivað á slíkt tilfar?

Papýrus er eitt skirvisligt tilfar, sum lætt skrædnar og missir lit. Richard Parkinson og Stephen Quirke, sum eru serfrøðingar í fornari egyptiskari mentan, siga: „Eitt papýrusark kann við tíðini fara so illa, at tað endar sum ein beinagrind av fiprum og ein nevi av støvi. Tá ið ein papýrusrulla verður goymd, kann hon fáa fuktskaða, blíva hýggjuskotin ella rotna. Hon kann eisini fáa skaða av gnagarum og insektum, serliga av hvítum meyrum.“ Nøkur papýrushandrit hava fingið for nógv ljós og nógvan fukt, eftir at tey eru blivin funnin, og tað hevur framskundað niðurbrótingina.

Pergament er eitt betri tilfar enn papýrus, men tað forferst eisini, um tað verður handfarið skeivt ella útsett fyri fukti, ljósi ella ekstremum temperaturum. b Insektir kunnu eisini skaða pergament. Tað er grundin til, at so fá gomul handrit hava yvirlivað fram til í dag. Um tíðarinnar tonn hevði oyðilagt tilfarið, sum Bíblian varð skrivað á, so var boðskapurin í henni eisini farin fyri skeytið.

HVUSSU HEVUR BÍBLIAN YVIRLIVAÐ? Í lógini til jødarnar stóð, at allir kongar skuldu gera „sær avskrift av hesi lóg“, altso teimum fyrstu fimm bókunum í Bíbliuni. (5. Mósebók 17:18) Og dugnaligir avskrivarar gjørdu so nógv handrit, at tey í fyrstu øld e.o.t. vóru at finna í sýnagogum um alt Ísrael og enntá summastaðni í Evropa. (Lukas 4:16, 17; Ápostlasøgan 17:11) Hvussu hava nøkur av hesum sera gomlu handritunum yvirlivað fram til í dag?

Deyðahavsrullurnar blivu funnar í leirkrukkum inni í nøkrum holum, har tær høvdu ligið væl vardar í fleiri øldir í turrum umhvørvi

Philip W. Comfort, granskari í Nýggja testamenti, sigur: „Jødar plagdu at leggja avrit av Skriftunum í kannur og krukkur fyri at verja tey.“ Kristin gjørdu tað sama. Og tí hevur mann í økjum, har sum tað er sera turt, funnið fleiri gomul bíbliuhandrit í leirkrukkum, sum vóru inni í myrkum kømrum og holum.

ÚRSLITIÐ: Fleiri túsund bíbliuhandrit hava yvirlivað, og nøkur av teimum eru meira enn 2.000 ára gomul. So nógv gomul handrit eru ikki at finna av nøkrum øðrum fornum teksti.

a Papýrus er eitt slag av skrivitilfari, sum er gjørt úr einari vatnplantu við sama navni. Pergament er gjørt úr djóraskinni.

b Til dømis bleiv almenna skjalið við amerikansku frælsisyvirlýsingini skrivað á pergament. Nú, minni enn 250 ár seinni, er tað so illa farið, at tað næstan ikki er lesandi.