Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | BÍBLIAN HEVUR YVIRLIVAÐ ALLAR HÓTTANIR

Hví hevur Bíblian yvirlivað?

Hví hevur Bíblian yvirlivað?

Bíblian hevur yvirlivað, og tí ber tað til at lesa í henni í dag. Tá ið tú velur eina góða bíbliuumseting, kanst tú vera vísur í, at tað, sum tú lesur, eisini stóð í upprunaskriftunum. a Men hvussu ber tað til, at Bíblian hevur yvirlivað natúrligu niðurbrótingina av skrivitilfarinum, harða mótstøðu og nógvar royndir at broyta hana? Hvat er so serligt við hesi bókini?

„Nú eri eg sannførdur um, at Bíblian er ein gáva frá Gudi“

Nógv, sum hava kannað Bíbliuna, taka undir við Paulusi ápostli, ið skrivaði: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ (2. Timoteusarbræv 3:16) Tey trúgva, at Bíblian hevur yvirlivað, tí hon er Guds orð, og tí hann hevur syrgt fyri, at hon er blivin varðveidd fram til okkara tíð. Faizal, sum varð nevndur í fyrstu greinini, gjørdi av at fara at kanna Bíbliuna sjálvur fyri at finna út av, um hann kundi líta á hana. Tað, sum hann uppdagaði, kom óvart á hann. Hann sá, at nógv av tí, sum kristinheimurin lærir, ikki kemur úr Bíbliuni. Og tá ið hann fann út av, hvørja ætlan Gud hevur við jørðini, bleiv hann sera glaður.

Faizal sigur: „Nú eri eg sannførdur um, at Bíblian er ein gáva frá Gudi. Gud hevur jú skapt alheimin, so skuldi hann ikki kunnað givið okkum eina bók og varðveitt hana? Tann, ið ikki vil trúgva tí, sigur í veruleikanum, at Gud hevur avmarkað vald. Men tað hevði verið púra skeivt, tí vit vita, at Gud er alvaldur.“ – Esaias 40:8.

a Les greinina „Hvordan vælger man en god bibeloversættelse?“ í Vagttårnet frá 1. mai 2008.