Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

1.-7. apríl

SÁLMUR 23-25

1.-7. apríl

Sangur nr. 4 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

1. Jehova er mín hirði

(10 min.)

Jehova leiðir okkum (Slm 23:1-3; w11-D 1/5 31 stk. 3)

Jehova verjir okkum (Slm 23:4; w11-D 1/5 31 stk. 4)

Jehova syrgir fyri, at vit fáa andaligan mat (Slm 23:5; w11-D 1/5 31 stk. 5)

Jehova tekur sær væl av sínum tænarum, líkasum ein góður hirði tekur sær væl av sínum seyði.

SPYR TEG SJÁLVAN: Hvussu hevur Jehova víst, at hann er góður við meg?

2. Andaligir gimsteinar

(10 min.)

  • Slm 23:3 – Hvat eru tær ’røttu leiðirnar’, og hvat kann hjálpa okkum ikki at fara av teimum? (w11-D 15/2 24 stk. 1-3)

  • Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?

3. Upplestur úr Bíbliuni

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

4. Byrja eitt prát

(3 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Les eitt uppmuntrandi bíbliuørindi fyri einum, sum stúrir fyri umhvørvinum. (lmd partur 2, punkt 5)

5. Menn áhugan

(4 min.) HÚS ÚR HÚSI. Vís einum, sum hevur fingið heftið Eitt gott lív nú og í allar ævir, hvussu eitt bíbliuskeið gongur fyri seg. (lmd partur 9, punkt 3)

6. Ger lærisveinar

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Sangur nr. 54

7. Vit avvísa røddina hjá teimum fremmandu

(15 min.) Orðaskifti.

Seyður kennir røddina hjá sínum hirða og fylgir honum. Men hann flýggjar, viss hann hoyrir eina fremmanda rødd. (Jóh 10:5) Somuleiðis lurta vit eftir røddunum hjá okkara andaligu hirðum, Jehova og Jesusi. Teir eru góðir við okkum, og vit kunnu líta á teir. (Slm 23:1; Jóh 10:11) Men vit vilja ikki lurta eftir fremmandum, sum royna at fáa okkum at ivast í, um tað, sum vit trúgva upp á, er rætt. – 2Pæt 2:1, 3.

Í Fyrstu Mósebók kapittul trý hoyra vit fyrstu ferð um røddina hjá einum fremmandum her á jørðini. Satan lumpaði Evu við ikki at siga, hvør hann í veruleikanum var. Hann læt sum um, hann var góður við hana og bronglaði orðini og motivini hjá Jehova. Tíverri lurtaði Eva eftir honum, og tað hevði ræðuligar avleiðingar við sær bæði fyri hana og familjuna.

Í dag roynir Satan at sáa iva um Jehova og hansara samskipan við at fortelja følsk tíðindi, hálvar sannleikar og beinleiðis lygnir. Tá ið vit hoyra røddina hjá einum fremmandum, skulu vit flýggja! Tað er farligt at steðga á og lurta, sjálvt um tað bara er ein lítil løta av forvitni. Hugsa um, hvussu fá orð Satan skuldi brúka fyri at lumpa Evu. (1Mós 3:1, 4, 5) Men hvat skulu vit gera viss ein, sum vit kenna – ein, sum elskar okkum og vil okkum tað besta – vil vísa okkum okkurt negativt um samskipanina?

Hygg at VIDEONUM Afvis ’de fremmedes stemmer’. Set síðani henda spurningin:

Hvat lærir tú av tí, sum Lærke gjørdi, tá ið mamma hennara vildi vísa henni nakað negativt um samskipanina?

8. Samkomubíbliulestur

Endaligar viðmerkingar (3 min.) | Sangur nr. 55 og bøn