7.-13. oktober
SÁLMUR 92-95
Sangur nr. 84 og bøn | Innleiðandi viðmerkingar (1 min.)
1. Tú fært tað besta lívið, tá ið tú tænir Jehova
(10 min.)
Jehova hevur uppiborið, at vit tilbiðja hann (Slm 92:2, 5; w18.04-D 26 stk. 5)
Hann hjálpir okkum at taka góðar avgerðir og blíva lukkulig (Slm 92:6; w18.11-D 20 stk. 8)
Hann virðismetir tey, sum tæna honum, eisini tá ið tey eru blivin gomul (Slm 92:13-16; w20.01-D 19 stk. 18)
SPYR TEG SJÁLVAN: Hvat forðar mær í at víga meg til Jehova og lata meg doypa?
2. Andaligir gimsteinar
(10 min.)
-
Slm 92:6 – Hvat læra hesi orðini okkum um vísdómin hjá Jehova? (cl-D 176 stk. 18)
-
Hvørjar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?
3. Upplestur úr Bíbliuni
(4 min.) Slm 94:1-23 (th venjing 5)
4. Byrja eitt prát
(4 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Royn at skapa ein møguleika at fortelja honum, sum tú tosar við, um bíbliuundirvísingararbeiðið, sum tú ert við í. (lmd partur 5, punkt 3)
5. Menn áhugan
(3 min.) ÓFORMLIG BOÐAN. Bjóða einum, sum hevur áhuga, eitt bíbliuskeið, sjálvt um viðkomandi fyrr hevur sagt nei takk. (lmd partur 8, punkt 4)
6. Ger lærisveinar
(5 min.) Tosa við ein bíbliulestrarnæming, sum ikki ger framstig. (lmd partur 12, punkt 5)
Sangur nr. 5
7. Tá ið børn og ung stríðast við angist
(15 min.) Orðaskifti.
Øll kunnu fáa angist, eisini tey, sum tilbiðja Jehova. Til dømis var Dávid av og á bangin og stúrin, og tað eru nógv av okkara brøðrum og systrum eisini í dag. (Slm 13:3) Tíverri er tað eisini nakað, sum rakar børn og ung. Viðhvørt kann tað følast heilt ómøguligt hjá teimum at gera vanlig ting, so sum at fara í skúla ella á møti. Summi fáa enntá panikkangist ella sjálvmorðstankar.
Viss tú ert ungur og stríðist við angist, mást tú endiliga tosa við foreldrini ella ein annan vaksnan, sum er andaliga búgvin. Tað er eisini umráðandi, at tú biður Jehova um hjálp – hann fer heilt sikkurt at hjálpa tær. (Flp 4:6; Slm 94:17-19; Es 41:10) Hugsa um dømið við Steing.
Vís VIDEOIÐ Jehova tog sig af mig. Set síðani hesar spurningarnar:
• Hvat bíbliuørindi hjálpti Steing, og hví?
• Hvussu vísti Jehova, at hann var góður við Steing?
Tit foreldur kunnu hjálpa børnunum at takkla angist við tolin at lurta eftir teimum, vísa teimum, at tit elska tey og hjálpa teimum at skilja, at Jehova elskar tey. (Tit 2:4; Ják 1:19) Tit mugu líta á, at Jehova fer at ugga tykkum og geva tykkum ta neyðugu styrkina, so tit kunnu hjálpa børnunum.
Vit vita kanska ikki, um onkur í samkomuni stríðist við angist, og vit skilja kanska ikki, hvussu tey hava tað. Men eitt, sum vit kunnu gera, er at fáa øll í samkomuni at føla seg elskað og vird. – Orð 12:25; Heb 10:24.
8. Samkomubíbliulestur
(30 min.) bt kap. 16 stk. 6-9, ramman á s. 132