VER VAKIN!
6 milliónir fólk eru deyð av COVID-19 – hvat sigur Bíblian?
Sambært Heimsheilsustovninum (WHO) vóru 6,27 milliónir fólk deyð av COVID-19 tann 23. mai 2022. Men í einum tíðindaskrivi, sum WHO gav út 5. mai 2022, var talið á deyðum nógv størri. Har stóð, at „samlaða talið á fólkum, sum doyðu av ella við COVID-19“ í 2020 og 2021 „var umleið 14,9 milliónir“. Sigur Bíblian nakað um slíkar sorgarleikir?
Bíblian hevur boðað frá farsóttum
Jesus segði, at „pestur“, ella farsóttir, skuldi vera á „síðstu døgum“. – Lukas 21:11; 2. Timoteusarbræv 3:1.
Tað, sum Jesus segði, hendir nú. Fleiri upplýsingar eru at finna í greinini „Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?“
Troyst er at finna í Bíbliuni
„Gud alrar troystar … troystar okkum í allari trongd okkara.“ – 2. Korintbræv 1:3, 4.
Nógv, sum hava mist ein kæran, hava funnið troyst í Bíbliuni. Fleiri upplýsingar eru at finna í greinunum „Hvussu kanst tú takkla sorg?“ og „Besta hjálpin í sorgini“.
Bíblian vísir á eina varandi loysn
„Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ – Matteus 6:10.
Skjótt fer Guds ríki at syrgja fyri, at eingin longur fer at siga: „Eg eri sjúkur.“ (Esaias 33:24; Markus 1:14, 15) Hygg at videonum Hvat er Guds ríki? og fá meira at vita um hesa himmalsku stjórnina, og hvat hon fer at gera.
Vónandi hevur tú hug at vita meira um tey góðu ráðini og lyftini í Bíbliuni, tí tað kann gagna bæði tær og familjuni.