Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Hvat er hent við vanliga fólkaskikkinum? Hvat sigur Bíblian?

Hvat er hent við vanliga fólkaskikkinum? Hvat sigur Bíblian?

 Fleiri og fleiri duga ikki fólkaskikk longur. Ófólkaligir sjúklingar skelda læknar. Fólk, sum eta á matstovum, eru óforskammað ímóti tænarum. Illsint flogferðafólk hótta og skelda flogternur og flogtænarar. Børn happa, hótta og leypa á lærarar. Og nakrir politikarar gera skelkandi ting, meðan aðrir royna at vísa, hvussu góðir teir sjálvir eru.

 Bíblian vísir, hvat tað veruliga vil siga, at vera fólkaligur. Hon forklárar eisini, hví nógv ikki duga fólkaskikk longur.

Hvat er hent við vanliga fólkaskikkinum?

 Um allan heimin er tað blivið meira og meira sjáldsamt at vísa vanligan fólkaskikk, altso at vera blíður, erligur og álítandi.

  •   Ein gallupkanning, sum nýliga er gjørd, vísir, at amerikanarar halda, at fólk í USA tey síðstu 22 árini ongantíð hava havt so vánaligan moral sum nú.

  •   Í einari aðrari kanning søgdu 65 prosent av teimum 32.000 spurdu í 28 londum, at vanliga virðingin fyri øðrum menniskjum ongantíð hevur verið minni.

 Bíblian hevur boðað frá hesum atburðinum, sum vit síggja í dag.

  •   „Á síðstu døgum skulu koma harðar tíðir. Fólk verða sjálvkær, pengagramm, reyput, hástór, háðandi, ólýðin móti foreldrum, ótakksom … kærleiksleys og hatsk.“ – 2. Timoteusarbræv 3:1-3, Nýggi Sáttmálin.

 Tú fært meira at vita um, hvussu henda profetiin gongur út, viss tú lesur greinina „Har Bibelen forudsagt den måde mennesker tænker og er på i dag?

Góð ráð um góðan atburð

 Í einum heimi, har tann vanligi fólkaskikkurin er í afturgongd, hava milliónir valt at fylgja ráðunum í Bíbliuni um góðan atburð. Tað, sum Bíblian sigur um etikk og moral er altíð álítandi og rætt, bæði nú og í allar ævir. (Sálmur 111:8) Her eru nøkur dømi:

  •   Hvat sigur Bíblian? „Alt, sum tit … vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.“ – Matteus 7:12.

     Týdningur: Vit skulu vera blíð og vísa øðrum virðing, akkurát sum vit vilja, at tey skulu vera móti okkum.

  •   Hvat sigur Bíblian? „Leggið … lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín.“ – Efesusbrævið 4:25.

     Týdningur: Vit mugu vera erlig, bæði í tí sum vit siga og gera.

 Viss tú vilt vita meira um hetta evnið, kanst tú lesa: