Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Halfpoint Images/Moment via Getty Images

VER VAKIN!

Sosialir miðlar kunnu hava ringa ávirkan á ung – hvat sigur Bíblian?

Sosialir miðlar kunnu hava ringa ávirkan á ung – hvat sigur Bíblian?

 Tann 23. mai 2023 kom ovasti heilsuráðgevin í USA við eini ávaring um, at sosialir miðlar hava ringa ávirkan á nógv ung fólk.

  •   „Sosialir miðlar kunnu í summum førum hava góða ávirkan á børn og ung, men nógv týðir eisini upp á, at sosialir miðlar kunnu vera skaðiligir fyri sálarligu og likamligu heilsuna hjá børnum og tannáringum.“ – Social Media and Youth Mental Health: The U.S. Surgeon General’s Advisory, 2023.

 Ávaringin var grundað á nakrar kanningar, sum geva okkum grund til at stúra:

  •   Ung í aldrinum 12 til 15 ár, „sum eru meira enn 3 tímar um dagin á sosialu miðlunum, eru í dupult so stórum vanda fyri at fáa sálarligar trupulleikar, harímillum tunglyndi og angist“.

  •   14 ára gomul, sum brúka sosialu miðlarnar nógv, stríðast ofta við ringu avleiðingarnar. Millum annað „sova tey illa, verða happað á netinum, eru ónøgd við sína útsjónd, fáa undirlutakenslur og tunglyndi. Hetta kemur oftari fyri hjá gentum enn hjá dreingjum“.

 Hvussu kunnu foreldur verja síni børn? Bíblian hevur nøkur góð ráð at geva teimum.

Hvat kunnu tit sum foreldur gera?

 Blandið tykkum uppí. Tit mugu hugsa um vandarnar og gera av, um tit vilja, at børnini skulu sleppa at brúka sosialu miðlarnar ella ikki.

 Viss tit loyva børnunum at brúka sosialu miðlarnar, mugu tit vera vakin fyri vandunum og fylgja við í tí, sum børnini gera á netinum. Hvussu kunnu tit tað?

 Verjið børnini ímóti skaðiligum innihaldi. Tit mugu læra børnini at skilja, hvat er skaðiligt, og at halda seg frá tí.

 Setið mørk. Tit kunnu til dømis seta reglur fyri, nær og hvussu leingi børnini sleppa at brúka sosialu miðlarnar.

  •   Meginregla í Bíbliuni: „Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís, og keypið hina lagaligu tíð.“ – Efesusbrævið 5:15, 16.

  •   Tit kunnu brúka animatiónsvideoið Brúka sosialu miðlarnar við skili til at hjálpa børnunum at skilja, hví tað er neyðugt at seta nøkur mørk.