Sangur 133
Søk Gud, og hann skal verja teg
1. Tjóðflokkar leggja ráð
um son Guds at herja á.
Tó teirra tíð er farin nú,
sum sagt er heiminum frá.
Gud skipar sigursferð,
og Ríkið, ið stovnað er,
skal beina burtur øll fjandalið,
ið framdu gudleysa gerð.
(NIÐURLAG)
Søk Gud, og hann skal verja teg,
við anda sínum vísa veg.
Søk nú rættferð hans,
gev í eyðmýkt ans,
søk Guds ríki, sum er í nánd.
Jehova heldur yvir tær
sína sterku hond.
2. Fáið nú øll á tal,
tí avgerðin takast skal;
at akta ella vraka Gud,
sí, tað er menniskjans val.
Royndir og spott og spei
vit fáa, men óttast ei.
Jehova verjir og signar tann,
ið er á rættari leið.
(NIÐURLAG)
Søk Gud, og hann skal verja teg,
við anda sínum vísa veg.
Søk nú rættferð hans,
gev í eyðmýkt ans,
søk Guds ríki, sum er í nánd.
Jehova heldur yvir tær
sína sterku hond.
(Sí eisini 1 Sám. 2:9; Sl. 2:2, 3, 9; Orðt. 2:8; Matt. 6:33.)