Eg síggi eitt nýtt lív
Tak niður:
1. Stúranir og eitt dagligt stríð
er lívið hesa strævnu tíð.
Men blundi eg, so er tað her,
tað góða, okkum lovað er.
(NIÐURLAG)
Eg síggi eitt nýtt lív og nýggja verð,
har eingin sorg og eingin pína er.
Og vit verða ung aftur, hugsa tær tað,
vakna glað og takka Gudi fyri hvønn ein dag.
2. Alt er stilt, her er einki ljóð,
og sjónin er ei longur góð.
Men eg skal aftur síggja væl
og hoyra vakurt tónaspæl.
(NIÐURLAG)
Eg síggi eitt nýtt lív og nýggja verð,
har eingin sorg og eingin pína er.
Og vit verða ung aftur, hugsa tær tað,
vakna glað og takka Gudi fyri hvønn ein dag.
(BRÚGV)
Eg vil nógv meir, enn eg kann í dag,
men bíða, skjótt verður annað lag!
(NIÐURLAG)
Eg síggi eitt nýtt lív og nýggja verð,
har eingin sorg og eingin pína er.
Vit leypa sum smálomb á vári, sláa ring,
her er gott at vera – kom og syng.
(NIÐURLAG)
Eg síggi eitt nýtt lív og nýggja verð,
har eingin sorg og eingin pína er.
Og vit verða ung aftur, hugsa tær tað,
takka Gudi fyri hvønn ein dag.