Júst í røttu løtu
Tak niður:
1. Fuglasongur er í erva,
tú sært smáskýggj sveima kvirr.
Sólin skínur, tað er summar,
og tú gleðist nú sum aldri fyrr.
Tú hittir kærar vinir,
og tú hugsar: ’Takk og prís!’
Hetta vakra paradís
kom júst í røttu løtu.
2. Millum trø í grønum dali
hevur tú tín urtagarð.
Tú sært mylluna við fossin,
hoyrir áarvatnið brúsa har.
Á bønum búnast kornið,
skjótt er tíð at heysta inn.
Tú fekst frið í sál og sinn
og júst í røttu løtu.
(BRÚGV)
At hugsa sær, tað var so nær!
Hvørt tár er turkað, lívið lær!
Ja, alt tú ynskti tær, er títt,
tí ung er verðin, lívið nýtt!
3. Hoyggið angar frískt á bønum,
lokkar børnini til spæl.
Nú kanst tú við tínum kæru
siga takk og byrja dagin væl.
Ja, vit takka glað Jehova
fyri allan kærleikan.
Tað, hann segði, gjørdi hann
og júst í røttu løtu.
(BRÚGV)
Har kemur tú, eg síggi teg,
við leysum hári rennandi.
Tann tunga saknin gloymi eg,
nú kann eg aftur fevna teg.
4. Júst í røttu løtu
kemur alt, vit sakna her.
Tað er tað, Jehova lovar,
og sítt lyfti fremur hann í gerð.
So vit bíða bara tolin
eftir tí, sum er á veg.
Og vit vænta, tú og eg,
at tað kemur hvørja løtu.