SANGUR NR. 79
Lær tey at halda á
-
1. Hjartans glað vit læra Harrans seyð,
síggja trúnna festa rót.
Gud, sum góður vísti veg úr neyð,
gav tí óttafulla mót.
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tú hoyrir bøn
og goymir trúgvum ríka løn,
í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,
so tey í trúnni halda á.’
-
2. Støðugt bóðu vit Gud varða tey
gjøgnum royndir dag um dag,
lærdu tey um alt, sum Jesus beyð,
sóu Gud vælsigna tað.
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tú hoyrir bøn
og goymir trúgvum ríka løn,
í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,
so tey í trúnni halda á.’
-
3. Bara øll nú lýðin halda á,
festa álit sítt á Gud.
Sanna lívið skal, sum sagt er frá,
gevast vinum Guds í lut.
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tú hoyrir bøn
og goymir trúgvum ríka løn,
í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,
so tey í trúnni halda á.’
(Les eisini Luk. 6:48; Áps. 5:42; Fil. 4:1.)