Ein ferð eftir Maroniánni
Inni í Amazonregnskóginum í Suðuramerika – langt frá stórbýarlívinum – búgva ymisk fólkasløg, sum tosa nógv ymisk mál. Í juli 2017 fóru 13 Jehova vitni eina ferð eftir Maroniánni og eystaru hjááunum í Franska Gujana. Hvat var endamálið? Tey vildu fortelja teimum, sum búgva fram við ánni, um vónina í Bíbliuni.
Fyrireikingar til ferðina
Tey, sum skuldu við á hesa 12-daga longu ferðina, møttust ein mánað áðrenn fráferð og løgdu ætlanir. Ein bróðir, sum eitur Winsley, sigur: „Vit lósu um økið og um søguna har. Og vit tosaðu um, hvussu vit kundu fyrireika okkum til ferðina.“ Øll í ferðalagnum fingu eina vatntætta tasku at hava eina heingikoyggju og eitt mýggjabitanet í. Tey skuldu flúgva tvær ferðir og ferðast nógvar tímar eftir ánni í kano.
Hvussu reageraðu tey, sum blivu bjóðað við á ferðina? Claude og Lisette, sum eru í trýssunum, tóku alt fyri eitt av tilboðnum. Claude sigur: „Eg var ovurfegin, men eisini eitt sindur bangin, tí eg hevði hoyrt um teir smáu, men vandamiklu fossarnar í ánni.“ Lisette stúrdi eisini, men tað var um nakað annað. Hon sigur: „Eg visti ikki, hvussu eg skuldi tosa við tey lokalu.“
Ein bróðir, sum eitur Mickaël, hevði tað upp á sama máta. Hann segði: „Vit vistu ikki serliga nógv um wayanafólkið, so eg leitaði á netinum fyri at læra nøkur orð og nakrar heilsanir á teirra máli.“
Shirley, sum ferðaðist saman við manninum, Johann, gjørdi ein lista við teimum málunum, sum fólk fram við ánni tosa. Hon sigur: „Vit tóku video niður á næstan øllum hesum málunum á jw.org. Og vit fingu fatur á eini bók við orðingum á wayana.“
Indiansku økini
Týsdagin 4. juli fór ferðalagið við flogfari úr Saint-Laurent du Maroni til Maripasoula, sum er ein lítil býur mitt í Franska Gujana.
Næstu fýra dagarnar ferðaðust tey í kano við motori. Tey boðaðu fyri teimum, sum búðu í bygdunum fram við hjááunum á Maroniánni. Roland, sum var við á ferðini, sigur: „Indianararnir vóru sera áhugaðir í bíbilskum evnum. Teir høvdu nógvar spurningar, og summir vildu hava eitt bíbliuskeið.“
Í einari bygd møttu Johann og Shirley einum ungum pari. Ein í familjuni hjá konuni hevði nýliga gjørt sjálvmorð. „Vit vístu teimum videoið En indfødt amerikaner lærer sin Skaber at kende“ á jw.org, sigur Johann. „Teimum dámdi sera væl videoið, og tey góvu okkum sína teldupostadressu, so vit kundu skriva saman.“
Ferðalagið ferðaðist eftir ánni líka til Antécume Pata. Har gav høvdingurin í bygdini teimum móðu boðarunum loyvi at heingja heingikoyggjurnar upp á einum felagsøki. Og teir vaskaðu sær í ánni, líkasum tey lokalu.
Síðani fór ferðalagið til bygdina Twenké. Bygdarfólkið var í sorg, tí nógv høvdu mist ein kæran. Éric, ein av samskiparunum á ferðini, sigur: „Høvdingurin í bygdini lovaði okkum at vitja tey, sum syrgdu. Vit lósu nøkur ørindi úr einari bíbliu á wayana fyri høvdinganum og familjuni hjá honum, og teimum dámdi tað væl. Vit vístu teimum eisini video um uppreisnarvónina.“
Víðari til Grand-Santi og Apatou
Ferðalagið skuldi nú flúgva ein hálvan tíma úr Maripasoula til lítla býin Grand-Santi. Týsdag og mikudag fóru tey at boða tey góðu tíðindini í Bíbliuni fyri teimum lokalu. Hósdag fór ferðalagið víðari, hesaferð fimm og ein hálvan tíma eftir Maroniánni til bygdina Apatou.
Næstseinasta dagin vitjaði ferðalagið maroonfólkið, sum býr í bygdum inni í skóginum. Maroonfólkið stavar frá afrikanskum trælum, sum vórðu fluttir til Suðuramerika, tá ið grannalandið Surinam varð koloniserað. Boðararnir bjóðaðu øllum á møti í einum stórum tjaldi, sum teir høvdu sett upp í skóginum til hetta høvið. Claude sigur: „Vit vórðu ovurfegin, tí sjálvt um vit ikki høvdu bjóðað teimum fyrr enn sama morgunin, komu nógv fólk á møti!“ Karsten, sum fyri fyrstu ferð var við so langt inni í landinum, helt ein fyrilestur, sum æt: „Er hetta lívið alt?“ á málinum aukan. 91 komu á hetta møtið úr fleiri bygdum.
„Vit vilja gjarna gera tað umaftur!“
Loksins vendi ferðalagið aftur til Saint-Laurent du Maroni. Tey vóru øll ovfarin av, hvussu væl hevði gingist. Íbúgvarnir høvdu tikið ímóti einari rúgvu av lesnaði og sæð nógv video, sum Jehova vitni hava gjørt.
Lisette sigur: „Tað kann ikki sigast við orðum, hvussu glað eg eri fyri, at eg fór við á hesa ferðina.“ Cindy er samd: „Eg hevði gjørt alt fyri at sloppið við aftur eina aðra ferð. Tú mást uppliva tað fyri at skilja tað!“
Henda ferðin gav fleiri hug at fara aftur til økið. Mickaël sigur: „Vit vilja gjarna gera tað umaftur!“ Winsley er fluttur til Saint-Laurent du Maroni, og Claude og Lisette, sum bæði eru í trýssunum, gjørdu av at flyta til Apatou.